Vinna

Ítróttarveitslu í Høllini  á Hálsi 

.

2026-03-05 11:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder




Børn sum bera brek ella hava serligan tørv boðin til ítróttarveitslu í Høllini  á Hálsi 

Sunnudagin 15. mars verður skipað fyri einari ítróttarveitslu og “Kom og royn” degi í Høllini  á Hálsi í Tórshavn fyri børn, sum bera brek ella hava serligan tørv. Endamálið er at geva  børnunum ein stuttligan og virknan dag við rørslu, spæli og felagsskapi. 

Á degnum fáa børnini m.a. høvi at royna fótbólt, fimleik, judo, borðtennis, rennivenjing og  boccia í tryggum og jaligum umhvørvi. Tey eru eisini vælkomin at taka ein vin, foreldur ella  systkin við. Tiltakið er frá klokkan 14.00 til 16.00. 

Øll luttakarar fáa eisini okkurt gott við sær heim, millum annað drekkidunk og frukt. Man  teknar seg við at senda teldupost til [email protected]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder