Politikkur

Ja til felags foreldramynduleika

Tað er altavgerandi, at vit seta barnið í fokus tá vit viðgera málið um felags  foreldra-myndugleika. Eg fegnist um, at málið nú er til viðgerar í løgtinginum. Tað er tó umráðandi, at vit fyrst og fremst viðgera málið við útgangsstøði í, hvat er best fyri barnið. Harumframt eru summi viðurskifti í lógini, ið vit mugu taka atlit til.

2022-03-25 15:53 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fyrst og fremst, haldi eg tað vera neyðugt at rættleiða, nú orðaskiftið er farið at snúgva seg um, hvørji heiti skulu standa í lógini og hvussu vit skilmarka heitið ‘foreldur’. Heitið foreldur skal ikki definerast í lógini um foreldramyndugleika, men í lógini um ‘børns retstilling’. Orðaskiftið í hesum málinum skal tí einans taka útgangsstøði í børnunum, umframt at tryggja tey, ið ikki hava havt nóg stór rættindi til síni børn.


Tey viðurskifti, ið vit mugu taka atlit til, eru støður, har foreldrini ikki lúka treytirnar um felags foreldramyndugleika, ið lógin ásetur. Tað, eg serliga harmist um er, at vit áseta, at foreldur skulu hava búð saman í minsta lagi í 10 mánaðir fyri at fáa felags foreldramyndugleika. Tað er tvørligt, tí vit taka tá eitt nú ikki hædd fyri teimum monnum ið eru útisiglarar og skulu hava addressu aðrastaðni. Hesir pápar fáa ikki felags foreldramyndugleika, tí sambært fólkayvirlitinum hava teir ikki búð saman við mammuni í 10 mánaðir. Vónandi verður hesin parturin broyttur.


Harumframt er tað ov viðbrekið, at tað er ein fyrisitingarlig avgerð, sum skal taka støðu til felags foreldramyndugleikan, um foreldrini ikki verða samd. Hendan avgerðin skuldi ligið hjá dómstólinum, eins og tað er vanligt aðrastaðni. Hetta er eisini fyri at verja málsviðgerarnar í fyrisitingini, ið verða sett í eina ótrúliga trupla støðu.


Vit mugu miða ímóti, at foreldramyndugleikalógin skapar nakrar karmar ið tryggja barnið og har foreldrini sum útgangsstøði hava felags foreldramyndugleika, eisini hóast tey ikki hava verið sambúgvandi í 10 mánaðir. Sjálvsagt skulu undantøk gerast í teimum førum har eitt av foreldrunum ikki verður mett egnað.


Eg vóni, at hendan lógin, við omanfyristandandi broytingum, verður samtykt.


Rósa Samuelsen, tingkvinna fyri Sambandsflokkin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder