Ítróttur

Talv: Javnleikur móti Kosovo

..

2026-09-27 19:29 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder



Suni Merkistein:


Javnleikur móti Kosovo

Føroyar settu punktum í dag við javnleiki 2 - 2 móti Kosovo í ellinta og seinasta umfari á talvolympiaduni í Usbekistan. Heiðurligt úrslit, tí Kosovo var styrkismett nummar 82 - vit 107.

Vit vunnu við hvíta fólkinum, og taptu við svarta fólkinum. Luitjen Akselsson Apol og Jón í Horni Nielsen vunnu - Luitjen vann í stórum stíli - og John Rødgaard og Elias Petersen taptu.

Føroyar endaðu loksins nummar 109 í røðini av teimum 206 londunum í kappingini. Tað samsvaraði væl við stykismetingina sum nummar 107. 

Vit vunnu fimm dystir, taptu aðrar fimm, og telvaðu ein javnan. Vit fingu 11 stig (dystarstig) og 19 borðstig.


11. umf. (27. sept.)
Føroyar - Kosovo 2 - 2
Luitjen Akselsson Apol (2305) - IM Nderim Saraci (2453) 1 - 0
IM John Rødgaard (2250) - Endrit Uruci (2312) 0 - 1
Jón í Horni Nielsen (2078) - Muhamet Asllani (2229) 1 - 0
Elias Petersen (2075) - Bard Avdiu (2147) 0 - 1

John Rødgaard hevur sent hesa frásøgn eftir dystin í dag:

Luitjen telvaði einastandandi væl í dag. Tað var næstan soleiðis, sum kolldømdi hann í verki Benoni-verjuna hjá svørtum. Fyrst doyvdi hann frúvgvavongin. So eydnaðist honum at fáa góða riddaran hjá mótpartinum av borðinum í einum uppbýti. Nú stóð mótparturin eftir við tí svartrandaða bispinum, sum lítið veiggj var í. So fekk hann í lag annað uppbýti, sum bar í sær, at mótstøðumaðurin at kalla einki mótspæl hevði í støðuni. Nú var spurningurin, um Luitjen fór at vera mentur at bróta niður verjugarðar mótpartsins. Eitt gamalt orðatak í talvi er: hóttanin er meinari enn sjálvt gjøgnumbrotið. Í tí liggur, at hóttandi parturin skal geva sær góðar stundir. Byggja upp og løða væl, áðrenn tú letur skotið ganga. Tað gjørdi Luitjen. Til endans var mótstøðumaðurin um ein háls. Luitjen vann til endans eina finnu, oman á tað kom eitt flott rókaoffur, og so slapst ikki undan máthóttanini. Eitt vakurt talv, Luitjen!

Verri var hjá mær. Ikki tí, tað byrjaði fínt. Eg javnaði lættliga við svarta fólkinum eftir byrjanarspælið. Eftir 19.-, e4! havi eg greiðan fyrimun. Og eftir 20.-, Bf5! hevði talvið verið vunnið. Kalla tað hvat tú vilt. Eg rokni ikki leikirnar og frábrigdini so væl í høvdinum longur sum fyrr, eg misti tráðin og tapti. Stórt spell.
So vóru betri tíðindi á triðja borði. Tað lætti væl um hjá Jóni, at mótstøðumaðurin lorkaði illa tíðliga í talvinum. Jón drálaði ikki, men herjaði á, og við einum snøggum rókaoffri setti hann mótstøðumannin skák og mát.
Elias var ikki nóg stinnur í teoriini. Hann viltist tí inn í eitt frábrigdi, sum ikki var komandi úr aftur í heilum líki. Eitt mistak, og so er tað "bang". Eftir 17. Rixd5! var tap í hendi.

Samanumtøka
Í einari komandi grein fer John Rødgaard stutt at taka samanum hesa olympiaduna. Heilt stutt kann sigast, at heildaravrikið endurepeglar ta sannroynd, at vit høvdu ikki okkara sterkastu manning hesaferð. Hetta var - við einum undantaki - eitt ungdómslandslið. Og eftir umstøðunum stóðu teir seg bara væl. Men móti sterkari liðum vóru vit yvirhøvur máttleysir. 
Dystirnir vóru hesir:
Føroyar - Týksland 0 - 4
Føroyar - Cayman Islands 2½ - 1½
Føroyar - Peru 0 - 4
Føroyar - Surinam 3 - 1
Føroyar - Ný Sæland ½ - 3½
Føroyar - Mauritania 3½ - ½
Føroyar - Uruguay 2½ - 1½
Føroyar - Meksiko ½ - 3½
Føroyar - Haiti 3½ - ½
Føroyar - Kosovo 2 - 2

Einstaka úrtøkan
1. Luitjen Akselsson Apol (2305) 5½/11 (+4)
2. IM John Rødgaard (2250) 4½/10 (-13)
3. Jón í Horni Nielsen (2078) 3½/9 (+2)
4. Elias Petersen (2075) 4/9 (-6)
5. Rókur Davidsen (1988) 1½/5 (-16)

Usbekistan vann
Á øðrum sinni vann Usbekistan talvolympiaduna. Eitt einastandandi avrik, tá havt verður í huga, at Usbekistan hevur ikki verið roknað upp í talvrisarnar fyrr enn fyri fáum árum síðani. Talváhugin sigst vera ovurstórur í landinum.
Topp 5:
1. Usbekistan 20 stig
2. India 18
3. Týskland 18
4. USA 17
5. Aserbadsjan 17
Av norðurlondum var Danmark nummar 39, Norra (uttan Magnus Carlsen) 48, Svøríki 54, Finnland 57 og Ísland nummar 58.
Kina vann kvinnukappingina í OL. Har vóru 189 lið við.

Føroyar hava ongantíð mannað eitt kvinnulandslið á talvolympiadu.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder