Mentan

Jólaskipið Heimdal kemur í morgin

Jólamennirnir hava eini brátíðindi til tykkum!

2025-12-18 20:16 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Góðu børn

Jólaskipið Heimdal kemur í báthylin í Miðvági fríggjadagin tann 19. desembur kl 18.00 og skipið hevur verið eftir nøkrum heilt serligum gestum, sum vit eru sera takksom fyri at fáa á vitjan, og helst nú tá ið teir hava mest at gera.

Vónandi hava jólamennirnir okkurt gott við til okkum
Vit ganga frá báthylinum og inn til miðstaðarøki við viðarlundina. Havi enduliga lummalykt við. Inni á miðstaðarøkinum verður bjóðað bollar og heitt kakao.

Vit vilja heita á tykkum um at hava koppar við fyri at minka um einnýtis nýtsluna
tiltakið er ókyepis.

Vit vóna at nógv børn og vaksin koma at taka ímóti jólamonninum
Gleðilig Jól øll somul

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder