2025-06-10 07:30

Føroysku landsliðini hava fleiri ferð áður luttikið í júst hesari kapping. Tríggjar kappingingar, sum liggja rættiliga tætt uppá Oyggjaleikirnar, nú tað bara eru fýra vikur til leikirnir byrja.
Á føroyska landsliðnum í vegsúkkling eru í ár bert tríggir súkklarar. Ein kvinna og tveir menn. Súsanna Skylv skal umboða Føroyar á Orkney, og tað skulu Niklas Hallgren Niclassen og Pauli Poulsen eisini.
Gull og silvur til Skylv
Leygardagin kappaðust føroysku súkklararnir í Horsens. Kappingin byrjaði gott, tá tað bleiv til ein sigur til Føroyar. Súsanna Skylv vann kappingina í næst sterkasta bólki hjá kvinnum. Súsanna og hennara kappingarneytar skuldu koyra ikki færri enn 90 kilometrar áðrenn vinnarin varð funning. Tað var spennandi, og tað var tætt millum fremstu súkklararnar. Tað bleiv til ein endaspurt millum fimm kvinnur. Endaspurtin vann Súsanna.
Næsta kapping hjá føroysku landsliðssúkklarunum var í Hobro. Sunnudagin gekk aftur gott hjá Súsonnu. Hon vann silvur, tá hon kom á mál sentimetrar aftanfyri vinnarin.
Pauli fekk somuleiðis eitt gott úrslit í Hobro. Eisini her var tætt millum teir fremstu. Eitt stórt felt kappaðist um fremstu plássini.
- Tað endaði við einum langum sprinti. Málið var í einari brekku, og spurturin var umleið 500 metrar. Aftaná góðar 200 metrar skuldu vit venda, og síðan halda fram teir seinastu umleið 350 metrarnar. Var fremst til tað bert manglaði góðar 70 metrar. Bólkurin nærkaðist, og tað endaði við, at eg bleiv yvirhálaður á strikuni, segði ein vælnøgdur Pauli eftir annaðplássið.
Aftur á sigurspallin
Í gjár megnaði Pauli aftur at vinna sær eitt pláss á sigurspallinum. Jútland var sum áður nevnt karmur um tær tríggjar kappingarnar, sum kallast Campione Pinse Cup 2025. Í dag bleiv kappast í Randers.
Pauli gjørdist nummar tvey í dagsins etapu, og samanlagt bleiv tað til eitt 3. pláss.
- Aftur í dag var kenslan góð. Tað føldist gott hjá mær at sita í einum stórum. Í gjár koyrdu vit 72 kilometrar. Tíðliga í kappingini var eg við í einum útbroti. Vit arbeiddu væl saman, og vit fingu tíð lagt rúm aftur til feltið. Her sótu millum annað teir súkklarar, ið lógu frammaliga í samlaðu kappingini, segði ein vælnøgdur Pauli eftir tær tríggjar kappingarnar.
Góða úrslitið hjá Paula hevði við sær, at hann hann rykti ein bólk upp.
Minni gott gekk hjá Súsonnu. Eftir gull í fyrstu, og silvur í 2. etapu, mátti hon ein túr í asfaltið í gjár. Súkklan fekk ein snudd, men til alla lukku ikki súkklarin.
Landsliðsvenjarin nøgdur
Torkil Veyhe var somuleiðis væl nøgdur eftir kappingarnar á Hvítusunnu. Torkil er settur landsliðsvenjari fram til 2027, tá Oyggjaleikir verða í Føroyum. Spurdur um úrslitið hjá føroyska hópinum, svaraði Torkil:
- Eri væl nøgdur við úrslitini. Úrslitið er absolutt góðkent. Hetta er ein goð fyrireiking, nú tað stundar til Oyggjaleikir. Tað sær út til at formurin hjá øllum er uppgangandi, sum er gott tekin, nú tað bert eru góðar fýra vikur til føroyski hópurin av álvara skal í eldin, segði Torkil eftir at triðja og seinasta kappingin var av.
Føroysku fjallasúkklararnir hava fyri kortum verið uttanlanda og kappast. Tað eru Helgi Winther Olsen og Hilmar Hansen, ið skulu umboða Føroyar á Orkney.
Í næstum skulu føroysku triathletarnir eisini í eldin. Magni Hansen og Bergtór Thorsteinsson manna føroyska triathlonlandsliðið. Tað er um smáar tvær vikur, at Magni og Bergtór skulu av landinum at kappast. Kappingin verður í Jels, og skulu føroysku athletarnir tá svimja 1 kilometur, súkkla 44 og síðan renna 10 kilometrar. Kappingin somuleiðis ein liður í fyrireikingunum til leikirnar á Orkney.
Úrslit frá kappingunum kunnu síggjast á leinkjuni niðanfyri:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald