Vinna

Kári og Poula 90 ár

..

2026-09-15 15:06 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 


Í dag, tann 15. septembur, fyllir Kári Hammar 90 ár og tann 4. oktobur fyllir kona hansara Poula eisini 90 ár. Tey eru búsitandi í Vági og eru enn ein býarmynd.

Kári er sonur Rasmus Hammer, ættaður út Hovi og Louisu, fødd Johansen, ættað úr Sandavági. Tey festu búgv í Vági og fingu 4 børn, Bergtóru, Ásu, Kára og  Elinborg. Av systkjunum eru Kári og systirin Ása eftir á lívi.

Kári gekk í skúla í Vági og eftir lokna skúlagongd fór hann til skips.  Eitt av fyrstu skipunum hann var við, var Norðfarið. Eisini var hann eitt tíðarskeið við skúlaskipinum Danmark.

Í 1958 fór hann á stýrimansskúla í Havnini og fekk prógv í 1960. Seinni, í 1965,  tók hann skipsføraraprógv.

Kári var fyrstu ferð skipari í 1960, við Vilhelminu. Eisini var hann skipari á Norðfarinum. Eitt tíðarskeið var hann stýrimaður við Magnus á Gørðunum.

Síðan sigldi Kári í umleið 4 ár í Grønlandi við sleipibátinum Sigyn.

Í 1968 legðist Kári upp á land og tók við sum oljuumboðsmaður fyri Esso í sunnari helvt av Suðuroynni. Esso gjørdist seinni til Statoil og røkti Kári starvið í heili 35 ár. Hann koyrdi olju út til allar bygdirnar í sunnaru helvt og til skipini í oynni. Eitt skifti høvdu Kári og Poula ábyrgdina av at reka Statoilstøðina í Vági.

Kári hevur arbeitt undir fleiri ymiskum stjórum í oljufelagnum, og røkti hann starvið samvitskufult øll hesi mongu árini, til hann gavst í 2003.

Í samkomuni í Bethel í Vági hevur Kári verið sera trúfastur, og er hann enn ein ábyrgdarmaður har. Hann hevur hildið sunnudagsskúla og spælt orgul til møtini í samkomuni og verið trúfastur at bera orðið fram. Hóast høgan aldur, koma bæði enn til møtini.

Kári og konan Poula hittust longu sum 14 ára gomul í skúlanum í Vági. Tey gingu í sama flokki.

Poula er dóttir Nicolinu Niclasen úr Sørvági og Poul Joensen úr Froðba. Tey eru 5 systkin, og er Poula elst. Hini systkini eru Eyðolv, Jonelisa, Jonitta og Magnus.

Poula og Kári giftust í 1960 og fingu børnini Majken og Petur. Petur, sum var flogskipari, andaðist bráddliga í 2021.

Ommu- og abbabørnini eru 4 í tali, og langommu- og langabbabørnini eru 5.

Ynskt verður Kára og Poula hjartaliga tillukku við mongu árunum og Guds signing á lívskvøldi teirra.

Dagarnir verða hildnir fyri innbodnum seinni.


Vinir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder