2022-12-07 14:31
Løgtingsins umboðsmaður!
Sambært leiðreglunum á heimasíðuni lum.fo, so er ávíst sum talar fyri, at tygum ikki hava møguleika at viðgerða klaguna, tá talan er um klagu við tilknýti til Covid-19 átakið, sum hevur eitt ávíst læknafrøðiligt tilknýti.
Vóni tó at tygum gera tygum kunnugan við viðlagda tilfar, tá klagan yvirskipað, einans krevur logikk, sum vit øll eru fødd við, og á ongan hátt læknafrøðiligan førleika.
Eg havi nýtt savnandi orðið "Heilsuverkið", sum havandi ábyrgd av Covid-19 átakinum, sum klagan tískil vendir sær ímóti.
[Heilsuverkið er at skilja sum: Heilsumálaráðið, Farsóttarnevndin, Heilsutrygd, Landssjúkrahúsið, Landsapotekarin, Kommunulæknafelagið]
Virðiliga, so fari eg at mæla til, at tygum sum tað fyrsta hyggur eftir leinkjunum niðanfyri, tó tær eru viðlagdar skjalinum "Covid-19 átakið og fall Hippocratesar". Legg til merkis líkasælu mynduleikana, tá tað ræður um at taka hond um tey skaddu, og eins álvarsamt, at eftirmeta skilvísið í Covid-19 átakinum. Júst somu avbjóðingar hava vit herheima á klettunum, sum eg við klaguni ynski tygum taka hond um. Tygum eru einasti verjugarður millum Heilsuverkið og føroya fólk í Covid-19 átakinum!
§11d: Læknin William Makis greiðir frá, at 93 læknar eru deyðir í Kanada, fleiri teirra ungir. Treytin er, skalt tú virka sum lækni, at tú ert ”koppsettur”:
§11e: Patholog Ute Kruger, vísir á, eins og kanadiski læknin William Makis, omanfyri, stóran vøkstur í krabbameinstilburðum, eisini millum ung, og er talan um Turbo-krabbameinsvøkstur. Tey liva bert mánaðir eftir at sjúkan er staðfest, tá viðgerð er nyttuleys!
Vinarlig heilsan
Mourits M. Joensen
Eysturstrætið 17
100 Tórshavn
Tlf. 910025
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald