Lýsing

Klárt at søkja Listaflog 2026

Nú er klárt at taka ímóti umsóknum til Listaflog 2026.

2026-02-11 21:53 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Listaflog er stuðulsskipan hjá Atlantic Airways, ið á hvørjum ári letur 125.000 kr í stuðli til eitt ella fleiri listafólk/verkætlanir. Stuðulin er ætlaður listafólki, ið hava útbúgving ella aðra fakliga viðurkenning og arbeiða burturav ella partvís sum yrkislistafólk.

Ein trímannað úrvalsnevnd ger av, hvør ella hvørji fáa stuðulin. Nevndin í ár er mannað við Jóhan Martini Christiansen, umboð fyri Listafólkasamband Føroya, Lív Patursson, umboð fyri Uttanríkis- og mentamálaráðið og Esther Dahl, umboð fyri nevnd og leiðslu í Atlantic Airways.

Í fjør vóru tað Kim Simonsen og Dansivirkið RIVA, ið fingu Listaflogstuðulin.

Upprunaliga hugskotið til stuðulin spretti, tá ið Atlantic Airways í 2016 gav flotanum nøvn eftir mætum føroyskum listafólkum.

Evsta mark at senda umsókn inn er sunnukvøldið 15. mars á miðnátt. Til ber at lesa meira her:https://bit.ly/listaflog_AA

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder