Lýsing

Køksfólk til Sóljugarð

-

2022-03-26 14:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder


Søkt verður eftir fólki til at matgera í Sóljugarði, at byrja 1. mai 2022. Talan er um eitt 30 tíma starv.


Um okkum

Sóljugarður er dagstovnur hjá Vága kommunu, sum liggur í Sandavági. Í Sóljugarði ganga 90 børn.

 

Arbeiðsuppgávur:

  • Matgera miðmála til børnini, mánadag til fríggjadag
  • Matgera breyð við viðskera eina ferð um vikuna
  • Standa fyri innkeypi av mati
  • Halda køkin, reingerð, v.m
  • Matgera við serlig høvir


Vit vænta av tær, at tú:

  • Hevur góð samstarvsevnir og kann arbeiða sjálvstøðugt
  • Setir teg inn í okkara kostpolitikk og arbeiðir út frá hesum
  • Fleksibul og tolir broytingar
  • Røkin og vísir arbeiðssemi


Løn og setanartreytir

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.


Umsókn saman við prógvum, lívsgongdarlýsing, revsiváttan og møguligum viðmælum, skal sendast við telduposti til [email protected] ella í brævi til Vága kommuna, Hammershaimbsvegur 1, 360 Sandavágur. Viðmerk “køksfólk” í teldupostinum ella á brævinum.

 

Umsóknarfreistin er týsdagin 19. apríl, kl. 12.00.


Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Helenu Skarðenni, leiðara, á tlf. 794456.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder