Mentan

Konsert og Guðstænasta aftur í gjónni við Gjógv nú sunnudagin

Sunnudagin, hin 09. august kl. 15.00 verður serstaka konsertin og guðstænastan í gjónni við Gjógv.

2026-08-07 10:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Árliga siðvenjan, sum savnar væl af fólki hvørt ár, og er eitt sera gott høvið til at njóta eina hugnaliga og gevandi løtu í stórbæru náttúruni.

Í ár verður Ida Lykke Kannuberg prestur, og um viðrar, verður leita aftur til søguna, við at skjútsa inn á gjónna, sum eitt minnið yvir gomlu skjúts-pliktina, sum lá á nógvum bygdum í Føroym í gomlum døgum.  Hendan plikt, áðrenn motorarnir komu til landið, var at rógva lækna, jarðarmóður ella prest til grannaoynna, tá tørvur var á tí.    Ofta í ivaveðri.

Tónleikur verður ikki spardur uppá  - har Eiðis Ljómfelag aftur leggur fyri, undir leiðslu av Oddur Magnusson Hentze.

Urguleikari verður Sámal Matras Kristiansen                             

Fyri fyrstu ferð fer eitt útlendskt kór at syngja, og verður tað Pärnu  Kammerkoor úr Estlandi, undir leiðslu av Elo Kesküla.

Eitt Ensamble hjá kórinum fer eisini at framføra.

Fyrireikararnir gleða seg til enn einaferð at bjóða fólki til at njóta løtuna í stórbaru náttúruni.   Kaffimuður verður aftaná.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder