Vinna

Kundar í BankNordik fáa framkomna íløguloysn

BankNordik hevur gjørt samstarvsavtalu við Saxo Bank, ið fer at geva kundum í BankNordik eina framkomna talgilda loysn á íløguøkinum.

2022-03-25 12:36 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Íløguloysnirnar hjá danska íløgubankanum Saxo Bank eru millum tær best umtóktu
á marknaðinum, og við nýggja samstarvinum verður tað lagaligari hjá kundum í
BankNordik at keypa og selja virðisbrøv.

“Áhugin fyri at gera íløgur er vaksandi í løtuni, m.a. orsakað av negativa rentustøðinum, og tí hevur tað stóran týdning, at vit geva kundunum atgongd til røttu
amboðini. Vit spyrja javnan okkara kundar, hvørjar tænastur vit kunnu betra, og í tí
sambandi hava vit staðfest, at tørvur er á nýggjum talgildum loysnum á
íløguøkinum. Tí eru vit sera fegin um nýggja samstarvið við Saxo Bank, ið hevur
eina nútímans og brúkaravinarliga loysn, sum okkara kundar nú fara at fáa gagn
av,” sigur Turið F. Arge, rakstrarstjóri í BankNordik.


Knýtt at Netbankanum
Talan er um eitt talgilt íløguamboð, ið verður knýtt at nýggja Netbankanum hjá
BankNordik, og sum fer at geva kundum beinleiðis atgongd til handilspallin hjá
Saxo Bank. Umframt møguleikan at keypa og selja virðisbrøv fara kundar eisini at
fáa møguleika at lesa kunningartilfar, fáa íblástur og ogna sær nýggja vitan um
virðisbrævamarknaðirnar sum heild.


Loysnin klár í summar
Við nýggju loysnini fáa kundarnir samanumtikið betri fortreytir fyri at taka avgerðir á einum upplýstum grundarlagi, tá ið samansparingin skal setast í virðisbrøv. Samstundis inniber samstarvsavtalan, at íløguráðgevar í BankNordik fáa atgongd til
framkomin amboð at brúka í íløguráðgevingini. BankNordik væntar, at íløguloysnin
fer at verða tøk hjá kundunum í nýggja Netbankanum í juni.


Saxo Bank hevur omanfyri 820.000 kundar kring heimin, sum hava gjørt íløgur fyri
til samans 640 mia. kr. umvegis íløguloysnirnar hjá bankanum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder