Lýsing

Kunngerð frá Sørvágs kommunu

Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 við seinni broytingum um býarskipanir og byggisamtyktir, hevur Sørvágs bygdaráð á fundi 27.09.2023 samtykt at broyta part av matr. nr. 423c og matrilul 427a frá øki K: Landbúnaður til øki L: Flogvallarøki.

2023-10-20 08:09 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Broytingin saman við korti og vegleiðing um kæru liggur frammi á kommunuskrivstovuni til alment eftirlit í tíðarskeiðnum frá 19. 10. 2023 til 09.11. 2023 báðir dagar íroknaðir.

Møgulig broytingaruppskot ella mótmæli skulu vera bygdaráðnum í hendi í seinasta lagi 30.11.2023.

Kortið í ovasta vinstra horni vísir økið, sum uppskotið er um at broyta. Kortið í ovasta høgra horni vísir einans lutirnar, sum uppskotið er um at broyta. Á kortinum í niðasta vinstra horni sæst hvussu byggisamtyktin sær út eftir broytingina.

GG: Øll økir, ið ikki eru lýst í teknlýsingini eru sambært byggisamtyktini "K: Landbúnaður".

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder