Lýsing

Kunngerð um broyting í býarplanin fyri Vága kommunu

Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. Mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir við seinni broytingum, verður við hesum gjørt kunnugt:

2022-01-20 20:15 Author image
-
placeholder


  • at Vága býráð á fundi 25. mai 2021 samtykti at broyta býarplanin fyri Vága kommunu soleiðis, at matr. nr. 169d og partar av matr. nr. 168 og matr. nr. 250b í Miðvági verða broytt frá F-øki (almenn frítíðarøki) til B-øki (Sethúsaøki).
  • at Vága býráð á fundi 25. mai 2021 samtykti at broyta býarplanin fyri Vága kommunu soleiðis, at matr. nr. 210g í Sandavági verður broytt til B-øki (Sethúsaøki).
  • at Vága býráð á fundi 28. september 2021 samtykti at broyta býarplanin fyri Vága kommunu soleiðis, at partur av matr. nr. 410a í Vatnsoyrum, verður broytt frá K2-øki (Innangarðs) til B-øki (Sethúsaøki).

Kort, sum vísir broytingina, liggur frammi til alment eftirlit á býráðsskrivstovuni í arbeiðstíðini frá hósdegnum tann 20. januar 2022 til hósdagin tann 10. februar 2022, báðir dagar íroknaðir.

Møgulig broytingaruppskot ella mótmæli skulu skrivliga verða býráðnum í hendi í seinasta lagi hósdagin 03. mars 2022.

Vága býráð

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder