Lýsing

Kunngerð um broyting í býarskipanini fyri Vága kommunu

KUNNGERÐ

2025-12-04 12:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir við seinni broytingum, verður við hesum gjørt kunnugt:

at Vága býráð á fundi 02. desember 2025 samtykti

  • at gera broyting í býarskipanini fyri ein part av matr. nr. 375a í Sandavági. Talan er um at broyta ein part av matr. nr. 375a í Sandavági frá øki K: landbúnaður (K1 øki Uttangarðs) til øki C: Vinnuendamál.

  • at gera broyting í býarskipanini fyri matr. nr. 133k, ein part av matr. nr. 150a og m í Sandavági. Talan er um at broyta matr. nr. 133k frá sethúsa øki og almennum frítíðarøki til øki I: Íbúðarbygging og øki F: Amenn frítíðarøki. Ein part av matr. nr. 150a frá sethúsaøki til øki F: Almenn frítíðarøki. Ein part av matr. nr. m frá sethúsaøki og vegi til øki F: Almenn frítíðarøki.


Tilfar, sum lýsir uppskotið um broyting í býarskipanini liggur frammi til alment eftirlit á heimasíðuni hjá Vága kommunu (vaga.fo) og á býráðsskrivstovuni í arbeiðstíðini frá hósdegnum 04. desember 2025 til hósdagin 15. januar 2026, báðir dagar íroknaðir.

Møgulig broytingaruppskot ella mótmæli skulu skrivliga verða býráðnum í hendi í seinasta lagi hósdagin 15. januar 2026.

Vága býráð

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder