Politikkur

Kunngerð um broyting í byggisamtykt og býarskipan fyri Vága kommunu

KUNNGERÐ

2025-11-11 07:45 Author image
Vága kommuna
placeholder

Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir við seinni broytingum, verður við hesum gjørt kunnugt:

at Vága býráð á fundi 28. oktober 2025 samtykti

  • at gera broyting í býarskipanini fyri matr. nr. 83u og 83s í Sandavági. Talan er um at broyta matr. nr. 83u til øki F: Almenn frítíðarøki og matr. nr. 83s til øki B: Sethúsaøki
  • at gera broyting í býarskipanini fyri matr. nr. at og 375c í Sandavági. Talan er um at broyta ein part av matr. nr. at og matr. nr. 375c frá øki K: Landbúnaður (K1-øki Uttangarðs) til øki D: Havnarøki.
  • at gera broyting í byggisamtyktini fyri matr. nr. 341 í Miðvági. Talan er um at broyta matr. nr. 341 frá øki C: Vinnuendamál til øki E Almennir stovnar.

at Vága býráð á fundi 02. september 2025 samtykti

  •  at gera broyting í almennu byggisamtyktini fyri Vága kommunu. Talan er um at gera áseting fyri íbúðarbygging. Nýggja økið verður øki I: Íbúðarbygging.


Tilfar, sum lýsir uppskotið um broyting í býarskipanini liggur frammi til alment eftirlit á heimasíðuni hjá Vága kommunu (vaga.fo) og á býráðsskrivstovuni í arbeiðstíðini frá týsdegnum 11. november 2025 til týsdagin 23. desember 2025, báðir dagar íroknaðir.

Møgulig broytingaruppskot ella mótmæli skulu skrivliga verða býráðnum í hendi í seinasta lagi týsdagin 23. desember 2025.

VÁGA BÝRÁÐ

KORTSKJØL

Broyta Á Matr. Nr. 83U Til Øki F Almenn Frítíðarøki Og Matr. Nr. 83S Til Øki B Sethúsaøki

[object Object]

Broyta Ein Part Av Matr. Nr. At Og Matr. Nr. 375C Frá Øki K Landbúnaður (K1 Øki Uttangarðs) Til Øki D Havnarøki.

[object Object]

Broyta Matr. Nr. 341 Frá Øki C Vinnuendamál Til Øki E Almennir Stovnar

[object Object]

Ásetingar Fyri Øki I Íbúðarbygging

[object Object]

[object Object]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder