Lýsing

Kunngerð um víðkan av ídnaðarøkinum

-

2022-06-10 07:52 Author image
-
placeholder

Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 við seinni broytingum um býarskipanir og byggisamtyktir, hevur Sørvágs bygdaráð á fundi 08.06.2022 samtykt at broyta uml. 44.095 m2 av matr. nr. 422b frá øki K landbúnaður til øki C vinnuendamál.

Broytingin saman við korti og vegleiðing um kæru  liggur frammi á kommunuskrivstovuni til alment eftirlit í tíðarskeiðnum frá  10. 06. 2022 til 01. 07.2022 báðir dagar íroknaðir.

Møgulig broytingaruppskot ella mótmæli skulu vera bygdaráðnum í hendi í seinasta lagi 25.07.2022

Sørvágs kommuna

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder