Annað

Kunning frá Røktarheiminum á Sýnini

Tykkum til kunningar, so eru vit farin í holt við at umvæla vesini hjá húsfólkum, sum búgva á Sýnini.

2023-11-01 09:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað hevur longi verið eitt ynski hjá okkum at fingið dagført vesini, soleiðis at tey eru tíðarhóskandi.

Nú er tíðin komin, og er hetta arbeiðið so spakuliga byrjað. Vit vænta, at tað gongur ímóti sumri, áðrenn øll vesini eru liðugt umvæld.

Ímeðan hetta arbeiðið fer fram, er neyðugt at gera serlig atlit, og eisini at avbyrgja kømur hetta tíðarskeið.

Hetta hevur við sær, at tænastan til umlættingar og rehabiliteringar verður skerd. Vit vita tíverri í løtuni ikki við vissu, hvussu stór ávirkanin verður frameftir. Men hetta til jólar, hava vit ikki møguleika at taka inn til umlætting og rehabilitering.

Vit vóna, at øll vísa vælvild og síggja fram til, at øll vesini eru tíðarhóskandi og nýggj.

Jóngerð M. Nielsen, stjóri Vesturvón 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder