Ítróttur

Kvinnurnar og menninir hjá Fleyr vunnu á Mjølni

..

2026-10-25 07:40 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 


Kvinnurnar og menninir hjá Fleyr vunnu á Mjølni

Seinasta sunnudag vunnu bæði kvinnurnar og menninir hjá Fleyr á SÍ í Sørvági, og í gjár var tað Mjølnir sum stóð fyri skotum, tá vitjað var í Havn.  

Hotel Djurhuus-deildin, kvinnur:
Fleyr – Mjølnir 3-0 (25-23, 25-17, 25-23)

Fleyr var væl á veg at taka fyrsta sett, tá ið støðan gjørdist 13-7, men seks bóltar seinni hevði Mjølnir javnað til 13-13. Síðan gekk púra javnt á til 23-23, tá ið Fleyr vann tveir bóltar á rað og settið 25-23.

Mjølnir fylgdi við til 11-13 í øðrum setti, tá ið Fleyr gjørdi eitt skarvslop og legði seg á odda 20-11, áðrenn settið varð vunnið 25-17. 

Triðja sett gjørdist ikki spennandi fyrr enn heilt ímóti endanum. Fleyr hevði verið á odda 14-7 og 17-11 og fekk eisini fimm dystarbóltar við støðuna 24-19, men Mjølnir gav seg ikki og yvirlivdi fýra av dystarbóltunum, áðrenn Fleyr loksins gjørdi sær dælt av tí fimta og vann settið 25-23.



Polestar-deildin, menn:
Fleyr – Mjølnir 3-1 (25-18, 25-17, 22-25, 25-17)

Fleyr var frammanfyri frá byrjan til enda í fyrsta setti, har munurin so líðandi vaks, til Fleyr hevði vunnið settið 25-18, og annað sett var meinlíkt, har Fleyr vann 25-17.

Aftanfyri 17-15 í triðja setti gjørdi Mjølnir ein vørr og fór framum 19-17 og megnaði at halda fast, tó at Fleyr javnaði til 21-21 og 22-22, men so vann Mjølnir trý stig á rað og settið 25-22. 

Mjølnir var við til miðskeiðis í fjórða setti, tá Mjølnir var á odda 13-12, men av teimum síðstu 11 bóltunum vann Mjølnir bara tveir, og soleiðis vann Fleyr settið 25-17.

Einstøku leikararnir hjá Mjølni eru kanska knáir, men teir eru fáir. Tilsamans 8 vóru á dómaraseðlinum – teirra millum Petar Ilic, sum verður 14 ár í næsta mánaði.

Hjá Fleyr munar tað væl at hava fingið Wang-brøðurnar Jóhan Arna (205 cm) og Jákup Árna (204 cm) inn á miðjuna, og báðir byrjaðu inni í øllum settunum. Haraftrat er tveir aðrir tveir-metur menn, Natan Petersen (201 cm) og veteranurin Suni Juul Pedersen (201 cm).


Kl. 13 í dag spælir ÍF sín fyrsta dyst í kappingini, tá ið SÍ vitjar  í Fuglafirði.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder