Lýsing

Lærarastarv í Sørvágs skúla 2023/24

Tíðaravmarkað fulltíðarstarv fyri lærara í farloyvi frá 01.11.2023 – 18.06.2024

2023-09-18 07:41 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Okkum tørvar lærara at undirvísa:

 

·         hádeild í støddfrøði og lívfrøði.

·         miðdeild í svimjing og ítrótti.

·         kann átaka sær flokslærarauppgávuna í 10.fl.

 

Tann, ið sett verður, skal undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við starvsfólk skúlans taka lut í dagliga virkseminum á skúlanum innanfyri teir karmar, sum virðisgrundarlag skúlans setir. 

 

Førleikakrøv: Læraraútbúgving, førleika í viðkomandi lærugreinum og svimjilæraraprógv.

 

Starvið verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so at tann, ið settur verður, er tænastumannasettur frammanundan. 

 

Lærarastarvið er lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokki 18.1 – 29.2 

 

Nærri kunning fæst við at venda sær til Daniu Niclasen, skúlastjóra, á tel. 233221 

 

Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skulu stílast til 

[email protected] 

 

Umsóknarfreistin er sunnudagin 01. oktober á midnátt.

Kunning um Sørvágs skúla: sorvagsskuli.fo 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder