Broytingin hevur serliga týdning fyri føroyskar sjúklingar, sum eru í Danmark í longri tíðarskeið, eitt nú í sambandi við viðgerð. Um tørvur er á meira heilivágiundir uppihaldinum, kunnu tey nú fáa heilivágin sendandi úr Føroyum. Hetta ger tað einfaldari og smidligari hjá sjúklingum og avvarðandi at tryggja, at sjúklingurin hevur tann heilivág, honum tørvar.
- Eg fegnist um, at henda markaforðingin í ríkisfelagsskapinum er loyst. Broytingin hevur stórantýdning fyri føroyskar sjúklingar, sum uppihalda sær í Danmark. Nú verður tað einfaldari at fáaneyðturvuligan heilivág, til egna nýtslu, úr Føroyum til Danmarka, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum.
Nýggju donsku reglurnar komu í gildi 1. januar 2026.
Serligar avmarkingar eru framvegis galdandi fyri rúsandi og antibiotiskanheilivág. Í ávísum førum krevst loyvi frá danska heilivágsmyndugleikanum, Lægemiddelstyrelsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald