Lýsing

Lastbilførari til Vága kommunu

Starvið:Koyra lastbil í sambandi við ymisk jørð, lendis- og leiðingsarbeiði og annað fyrifallandi arbeiði hjá kommununi. Tað er ein fyrimunur um tú eisini kann koyra stórar maskinur, og harvið kann gerast ein partur av kavaruddingar toyminum.

2023-08-29 22:19 Author image
-
placeholder

Førleikar:

Vit vænta av tær, at tú:

  • hevur koyrikort til bólk C
  • kranaskeið upp til 25 t/m
  • ert røkin og vísur arbeiðssemi
  • kann arbeiða sjálvstøðugt, og í einum toymi
  • til tíðir hevur møguleika fyri at arbeiða skiftandi arbeiðstíðir

Løn og setanarviðurskifti

Talan er um tímalønt fulltíðarstarv sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Setanarstaðurin er Vága kommuna og tann setti má tola at broytingar koma fyri í starvinum.

Starvið verður sett skjótast gjørligt, men Vága kommuna bíðar fegin eftir rætta umsøkjaranum.

Umsókn og nærri upplýsingar

Søk á alfred.fo vanganum hjá kommununi við at senda umsókn saman við prógvum, lívsgongdarlýsing og møguligum viðmælum, ella við at senda við telduposti til [email protected] ella við vanligum posti til::

Vága kommuna

Hammershaimbsvegur 1

360 Sandavágur

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 12. september 2023.

Ynskir tú meira kunning um starvið, kanst tú seta teg í samband við Ragnar á Presttrøðni, arbeiðsformann, við at ringja á tlf.: +298 794555 ella á teldupost: [email protected].

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder