Politikkur

Linjuføring eystan fyri Sandsvatn hevur óbøtandi avleiðingar fyri fugl og náttúru

Opið bræv frá náttúrufelagsskapunum

2025-12-11 23:34 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Góðu politikarar,

Vísið nú í verki, at tykkara grøna og náttúruvinarliga kós verður framd. Ikki bert á skrift í eini lóg, men eisini í tykkara avgerðum. Verjið við avgerðum tykkara tað økið, sum hevur størsta lívfrøðiliga margfeldið í Føroyum - okkara Amasonas.

Nú ein Suðuroyartunnil skal gerast, hevur drúgt kjak og ósemjur um linjuføringarnar tikið seg upp. Mótstøðan móti ætlaðu eystaru linjuføringini hjá tunnilsfelagnum hevur verið stór, eisini frá okkum náttúrufelagsskapum.


Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag, Føroya Fuglafrøðifelag, Hagafelagið, Veltan og Føroya Sílaveiðifelag hava ferð eftir ferð átalað ætlanirnar og víst á neiligu avleiðingarnar fyri eitt av okkara mest týðandi náttúruøkjum.


Tað er líkt til, at eitt nýtt uppskot verður lagt fram, har tað verður ført fram, at mann frá politiskari síðu hevur lurtað eftir atfinningunum, og tí er uppskotið broytt.

Tað, ið vit hildu vera eina vánaliga loysn fyri náttúruna, er nú broytt. Broytingin er, at vit nú hava eitt uppskot, sum hevur enn størri árin á náttúruna. Ætlanin er ikki bert at gera seg inn á náttúruna við Stóra vatn, Lítla vatn og Djúpadal, sum vit fyrr hava funnist at –  nýggjasta  uppskotið kemur eisini at gera  seg inn á økið kring Sandsvatn.


Gamaní verða velturnar á Sandi ikki ávirkaðar í nýggjasta uppskotinum – tað er sjálvsagt gleðiligt. Men áhugafelagið Veltan velur tó framvegis at mótmæla nýggju loysnini eystan fyri Sandsvatn, tí hon hevur avleiðingar fyri alla vistskipanina, Mølheyggjarnar, ánna og sandin, har velturnar eru staðsettar.

Í hesum almenna brævi til politikararnar grundgeva vit fyri, hví hetta økið er so umráðandi at verja – og hví vit ynskja, at loysnin vestan fyri Sandsvatn verður umhugsað.


Hetta er búøki hjá nógvum fuglum


Tvísporaði vegurin frá Sandoyartunlinum til Suðuroyartunnilin fer í nýggja uppskotinum hjá løgmanni gjøgnum veltan bø norðan fyri Sandsvatn. Síðan heldur leiðin fram við mýrilendið við norðurendan á vatninum og harfrá fram við vatnsbakkan til ein tunnilsmunna. Økið norðan fyri vatnið er góður bøur við nógvum reiðrandi heiðafuglum. Gæs brúka eisini økið alt árið, eins og másar og vaðfuglar leita sær føði her.


Økið er ikki minst eitt av týdningarmestu búøkjum hjá helsareyða í Føroyum, sum er sera fámentur búfuglur í Føroyum. Teir eiga bæði í mýrilendinum og í veitunum fram við núverandi landbúnaðarvegi. Eisini eigur stelkur, mýrisnípa og annar heiðafuglur í mýrilendinum.


Við norðara enda av vatninum og á hólminum síggjast nógvir antarfuglar. Millum annað eru flokkar við meir enn hundrað ennigulum ontum í vetrarvist í økinum, og gæs brúka økið, tá tær gerast fjaðursárar á síðsumri.


Hetta er partur av East-Atlantic Flyway


Økið er ikki bert umráðandi fyri búfugl, sum reiðrast í økinum.

Hvørt ár steðga nógvir flytifuglar á við Sandsvatn á ferðini til og frá búøkjunum í Arktis. Føroyar liggja millum Ísland og Skotland og eru ein partur av flytileiðini the East-Atlantic Flyway. Okkara land er eitt sera umráðandi pláss hjá fugli at steðga á.

Flytifuglurin má hava náttúru, har hann kann rinda sær møðina og fáa sær mettuna, so ferðin kann halda á.


Gera vit okkum inn á hesi øki, hava flytifuglarnir ikki somu kjansir at klára ferðina um hav.


Dálking frá byggivirksemi


Um landsvegur verður lagdur fram við eystaru síðu av Sandsvatni, merkir hetta, at byggivirksemi fer at vera í økinum í drúgva tíð.

Náttúruserfrøðingar meta, at tað kann føra við sær, at viðkvom fuglasløg hvørva heilt úr økinum, sum síðan verður óegnað til búøki - í øllum førum meðan byggivirksemið fer fram.

Í hesum tíðarskeiði kunnu fuglastovnar verða púra horvnir og koma ikki aftur til økið.


Tá ið tunlarnir norð um Fjall vórðu gjørdir, varð áin í Árnafirði meir ella minni dálkað uttan íhald, meðan byggivirksemið fór fram. Í Árnafirði rann dálkingin út á sjógv.
Um ein tunnil skal borast fram við eystursíðuni av Sandsvatni, elvir hetta til stóra dálking.

Mold, grús, sandur og onnur sediment fer at renna í vatnið. Hetta kann broyta botnin, elva til ilttrot og oyða lívið, sum er í vatninum. Vandi er eisini fyri, at plast frá spreingiarbeiðinum, og ikki minst nitrogen ella nitrat frá spreingiløðingunum, kemur út í vatnið. Plastið dálkar, og nitrogen og nitrat taðar vatnið.


Tað kann føra til bæði algublóman og deyða í vatninum, tí súrevnið hvørvur. Sandsvatn er eitt stórt, men grunt vatn. Lítið vatn rennur í Sandsvatn á vári og sumri, og tí er ilttrot ein veruligur vandi, um ein tunnil skal gerast beint við vatnið eystan fyri. Dálkingin fer at ávirka ikki bara alt vatnið, men eisini áarbakkan, ánna, ósan og Mølheyggjar – og alt lívið sum er tengt at hesum økjum.


Ljóð- og ljósdálking


Ljóð og ljós frá áhaldandi ferðslu, lyktapelum og arbeiðsljósi merkir, at fuglalívið fer at broytast nógv í økinum. Stygg fuglasløg sum ennigul ont og helsareyði fara helst at hvørva haðani, tí við hesi loysnini verður landsvegur báðu megin Sandsvatn, og sostatt er ikki eitt einasta øki kring vatnið, har fuglarnir fáa reiðiligan frið og sleppa undan órógvi. Í Føroyum er ljóðdálkingin serliga ring, tí vit hava ikki skógir ella høgan vøkstur at steðga ljóðunum.


Ríka náttúrulívið kring hetta vatnið verður ávirkað med alla.


Eitt gott alternativ


Við hesum grundgevingum heita vit staðiliga á hvønn einstakan av landsins politikarum um at umhugsa støðu sína.

Eitt væl lýst uppskot er at leggja tunnilsmunnan til Suðuroyartunnilin norðan fyri Sands bygd í gamla grótbrotið á Sandi.


Henda loysnin fremur bert lítið inntriv í náttúruna kring Sandsvatn. Hon ger eingi inntriv í Mølheyggjarnar, ánna, Sandafløttin, Lítlavatn, Stóravatn ella Djúpadal.


Eingin nýggjur vegur skal gerast, um tunnilsmunnin fer niður við gamla grótbrotið norðan fyri bygdina. Hetta verjir Gróthúsvatn og Nykutjørn frá ljós- og ljóðdálking og forðar samtundis fyri, at dálkað vatn frá bygging rennur í vøtnini.

Løgmaður segði í vikuni, at ein loysn vestan fyri Sandsvatn kann skaða Nykutjørn, Sandsvatn og Gróthúsvatn. Hesum eru vit ósamd í.

Serfrøðingar vísa á, at við at staðseta tunnilsmunnan við gamla grótbrotið vestan fyri Sandsvatn, kanst tú lættliga avmarka dálkingina av Sandsvatni. Í grótbrotinum er hellubotnur, har veitir kunnu spreingjast niður í helluna, og ristir leggjast omanyvir. Soleiðis kann dálkað vatn leiðast burtur. Á eystaru síðu er veltur bøur, og tí er nógv torførari at savna saman dálkaða vatnið – bæði frá tunnilsgerðini og øllum arbeiðnum at gera vegin fram við eystursíðuni.

Serfrøðingar vísa eisini á, at um farið verður úr gamla grótbrotinum er góður møguleiki fyri at bora eitt hol úr tunlinum og vestur um Nýpuna fyri at leiða vatn, ið kemur frá tunnilsboringini burtur, soleiðis, at nærum einki prosessvatn kemur upp í gamla grótbrotinum.

Hetta varð eisini gjørt, tá mann gjørdi Sandoyartunnilin og hevur víst seg at vera ein góð, einføld og bílig loysn. Hetta er ikki møguligt, um tunnilin verður gjørdur eystan fyri vatnið.


Góðu politikarar. Loysnin, vit her vísa á, hevur stórar fyrimunir í mun til eystaru leiðina. Hon vísir seg at vera:

- Styttri

- Skjótari at koyra

- Bíligari at gera

- Náttúruvinarligari

Júst tað, sum ger hana styttri, skjótari og bíligari, tí tú sparir nógvar kilometrar av vega- og tunnilsgerð, ger hana eisini náttúruvinarligari. So hví ikki? Hvør er orsøkin at velja leiðina, sum er longri, dýrari og oyðileggur so nógv ymisk náttúruøki í Sandoynni?

Fleiri tykkara vórðu vald, tí tit søgdu, at tit vildu velja grønu og náttúruvinarligu kósina. Náttúruverndarlógin bleiv samtykt, meðan henda samgongan stóð við róðrið. Vísið nú í verki, at tykkara grøna og náttúruvinarliga kós verður framd - ikki bert á skrift í eini lóg, men eisini í verki við at verja tað økið í Føroyum, sum hevur størsta lívfrøðiliga margfeldið. Okkara Amasonas.

Náttúrufelagsskapirnir vilja at enda leggja dent á, at teir ikki hava neyðugu førleikarnar og eiheldur myndugleika at peika á røttu loysnina - tað eigur Umhvørvisstovan at gera í eini strategiskari árinsmeting. Vit vilja við hesum tó vísa á, at tað finst minst eitt alternativ, sum er betri fyri náttúruna, og sum sambært serfrøðingum ikki kann kolldømast vegna kostnað ella longd.


Føroya Fuglafrøðifelag

Føroya Náttúru -  og Umhvørvisfelag

Føroya Sílaveiðifelag

Hagafelagið

Veltan


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder