Politikkur

Løgmaður á evropeiskum toppfundi í Keypmannahavn

Í gjár var løgmaður á evropeiskum toppfundi í Keypmannahavn, har hann millum annað hitti forkvinnuna í ES-nevndini, Ursulu von der Leyen, og uttanríkisleiðaran í ES, Kaju Kallas.

2025-10-03 14:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

“Trygdin í Evropa snýr seg eisini um trygdina í Føroyum. Og tí hevur tað týdning, at vit luttaka á slíkum fundum. Men hetta var eisini eitt høvi at greiða ES frá ynskjunum hjá Føroyum um at betra um handilsviðurskiftini við ES, og at hetta hevur skund”, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

[object Object]

Mette Frederiksen, forsætisráðharri í Danmark, og løgmaður, Aksel V. Johannesen.

[object Object]

Ursula Von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini, og løgmaður.

[object Object]

Felagsmynd av øllum stjórnarleiðarum.

[object Object]

Kaja Kallas, uttanríkisleiðari í ES, og løgmaður.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder