Seinnapartin leygardagin var ein samanstoytur millum ein skjóttgangandi bát og Brimil. Sum skilst sigldi tann skjóttgangandi báturin inn í síðuna á Brimli.
Men síðani tá hava almennu myndugleikarnir verið sera fáorðaðir.
Stutta viðmerkingin frá vakthavandi á løgreglustøðuni í morgun er, at tey kannað framvegis málið.
Sum skilst vóru fólk flutt á sjúkrahúsið bæði við bjargingartyrluni og sjúkrabili.
MRCC hevði skrásett hendingina á heimasíðuni hjá teimum leygardagin, men í gjár sást einki um hendingina á mrcc.fo.
Dagført kl: 08:49: MRCC hevur nú lagt hendingina út aftur á heimasíðuna hjá teimum:
MRCC skrivar: Bátur rent inn á síðuna á Brimli. Ein persónur fluttur á LS við tyrlu. Hini umborð flutt í land og síðani við sjúkrabili til LS við smærri snuddum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald