Veðrið

Maður skuldsettur fyri brot á upphavsrættin

Føroya Politi hevur skuldsett ein 49 ára gamlan mann í Havn, fyri brot á upphavsrættin, tí hann í fleiri førum hevur selt rætttindi til sjónvarpsrásir, uttan loyvi frá ánaranum av upphavsrættinum.

2022-02-16 17:31 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Politiið hevur lagt hald á ymiska tekniska útgerð, sum nú verður kannad nærri, fyri at fáa greiðu á, hvussu umfatandi lógarbrotið er.

Skuldsetti játtar seg partvís sekan í skuldsetingini.

Politiið hevur ikki fleiri viðmerkingar til málið í løtuni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder