Tað gevur onga meining, at samstundis sum landið játtar 350 milliónir krónur til útbygging av Vága Floghavn, verður NULL sett av til ferðslutrygd ella innkomuveg til einastu farleiðina til flogvøllin. Meðan pengar verða brúktir til ein bygning, har ferðandi kunnu keypa kaffi og tollfrítt, verða bygdirnar, ið bera alla ferðsluna, sleptar uppá fjall. Tað er ein grundleggjandi skeivleiki: meðan flogvøllurin verður útbygdur til at taka ímóti 1.000.000 ferðafólkum, verða vegirnir, ið leiða alla ferðsluna til flogvøllin, ikki tikin við í ætlanirnar.
Ferðslan er vaksin við risa fetum seinastu árini. Framskrivingar vísa, at vit eru á veg móti eini millión ferðandi árliga. Tað merkir eitt ørandi høgt tal av leigubilum, fleiri bussar, tó ikki bygdaleiðir, har túratalið fækkar, og fleiri ferðafólk. Og alt hetta fer ígjøgnum tvær bygdir, har stórur partur av vegnum er landsvegur, og sum ikki er dagførdur, síðani hann varð lagdur, fyri hálvari øld síðan.
Tað er ikki haldført!
Tað er ikki virðiligt!
Tað er ikki trygt!
Hetta er ikki bara eitt lokalt mál; tað er eitt tekin um ein landspolitikk, sum alt ov ofta hevur sett Vága kommunu til viks. Tí tá stórar verkætlanir verða gjørdar aðrastaðni í landinum, fylgir ein tíðarhóskandi innkomuvegur við – og landið hevur fíggjað hesar loysnir, heilt ella partvíst. Soleiðis varð nýggjur innkomuvegur gjørdur í Leirvík, tá Norðoyatunnilin lat upp; innkomuvegur varð gjørdur í Runavíkar økinum, tá Eysturoyartunnilin var liðugur; og ringvegurin í Tórshavn ein nýggjan, partvíst landsfíggjaðan innkomuveg. Tríggjar stórar verkætlanir – tríggir innkomuvegir – allir fíggjaðir heilt ella partvíst av landinum.
Men í Vága kommunu?
Her koyrir allur ferðslustreymurin, uttan nakað sum helst umhugsað ferðsluátak, ígjøgnum Sandavág og Miðvág, á einum vegi sum als ikki stendur mát við tíðarinnar krøv. Og tað mesta av vegnum er landsvegur, uttan eitt stutt strekki í Miðvági.
Vit hava gjørt vart við hetta aftur og aftur. Vit hava lagt loysnir á borðið: ferðslutrygdarátøk, tunnilsloysnir, nýggjan innkomuveg og ferðsluljós. Men hóast alt hetta, eru eingi stig tikin, eingin tíðarætlan løgd, eingin fígging funnin og eingin politiskur vilji at taka ábyrgd – løgtingið hevur EINKI gjørt!
Vága kommuna vil ikki finna seg í hesum longur. Vit finna okkum ikki í, at øll ferðslan til og frá flogvøllinum skal leggjast ígjøgnum okkara bygdir, uttan tálmandi ferðsluátøk. Vit finna okkum ikki í, at børn okkara skulu ganga heim eftir einum ótryggum landsvegi. Og vit finna okkum ikki í, at ein so stór landsverkætlan verður raðfest uttan at taka hædd fyri teimum, sum liva og búgva beint við farleiðina.
Vit krevja tí, at landið beinanvegin setur fígging av til neyðugar ábøtur og tryggjar eina tíðarhóskandi og ábyrgdarfulla ætlan fyri alt vegakervið gjøgnum Vága kommunu, og til flogvøllin. Ein framtíðarætlan er neyðug – og ábyrgdin liggur hjá løgtinginum og landsmyndugleikunum. Hetta er ikki eitt ynski; hetta er eitt krav. Nú er nokk!
Og tað skal sigast: vit hava verið opin, uppsøkjandi og roynt at funnið loysnir saman við landsmyndugleikum, men eingin hevur tosað við okkum í sambandi við stóru útbyggingarnar. Harumframt hevur Vága Floghavn sprongt fyri einum stórum parkeringsplássi við flogvøllin – uttan nakra fráboðan ella dialog við Vága kommunu, sum er tann einasta kommunan sum merkir avleiðingarnar av tí útbyggingini. Hetta verður gjørt fyri at fáa pláss fyri enn fleiri leigubilum, sum allir skulu ígjøgnum Miðvág og Sandavág.
Vit hava verið stillur viðspælari leingi, men tað verða vit ikki longur. Vit fara nú at hyggja uppá at seta ferðsluforðingar á tann partin av vegnum í Miðvági, sum enn er kommunalur, og vit fara at arbeiða fram ímóti at yvirtaka landsvegin aftur gjøgnum Sandavág fyri at tryggja ferðslutrygd og arbeiða miðvíst við neyðugum ferðslutálmandi forðingunum har. So kann Løgtingið og Landsverk finna sær eina aðra farleið, um teimum ikki dámar verandi farleið við teimum ferðslutálmandi átøkum vit koma at gera.
Og um hetta ikki var nóg mikið, so er komin ein nýggja ferðaætlan hjá Strandferðsluni í gildi 9. desember. Hon hevur við sær, at tveir túrar hjá leið 300 verða skornir burtur gerandisdagar, bæði úr Vágum og úr Tórshavn. Sagt verður at ferðaætlanin er blivin betri til og frá flogvøllinum, so hon passar betri til flogferðsluna og við leið 400 og 401. Úrslitið er greitt: ferðaseðilin gjørdist dýrari, men tænastan til borgarar í Vágum verri. Tað er óskiljandi arbeiði frá Strandferðsluni og vísir á eina grundleggjandi vantandi virðing fyri borgarum í Vágum. Samstundis sum vit skulu gerast grønari, sum eisini eigir at umfata ferðslu, so verður túratalið hjá leið 300 skert, við ynski um at fleiri leigibilar verða til ferðafólk sum øll skulu koyra í hvør sínum bili ígjøgnum Miðvág og Sandavág.
Vit hava verið tolin. Vit hava verið arbeiðssom. Vit hava víst á loysnir. Men nú er tað liðugt. Vit bíða ikki longur. Vit krevja tað, sum er rímiligt og neyðugt.
Hetta er ikki eitt ynski — hetta er eitt krav. Nú er nokk!
Bjarni Prior,
borgarstjóri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald