Politikkur

Mannfólkaflokkurin

Fyri at útihýsa kanska frægasta politikara flokksins, Anniku Olsen, sum er ein skilakvinna, so rýmdu tveir manns, tvey landsstýrisumboð úr landsstýrinum, samstundis sum fíggjarmálaráðharrin fekk sparki. Tvær avgerandi avgerðir, har hesin flokkur vísti sítt politiska andlit.

2022-10-25 20:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nú var ein gyltur møguleiki at seta eina kvinnu í landsstýrið, men
ístaðin fyri vóru tríggir menn settir aftur í Tinganes.  At formaðurin
kann koma sær at siga, at tað var í besta forstáðilsi við hana, at hon
bleiv tveitt út í politiska kuldan fyri aðru ferð er óskiljandi.
Har afturat hevur hesin kvinnuligi politikkarin kent seg so kúgaða í
hesum mannfólkaflokki, at hon eitt tíðarskeið meldaði seg úr
flokkinum. Arrogancan hjá formanninum er ikki til at skilja. Tá ein
veljari flokksins í  andglettinum her fyri segði seg óttast kós
flokksins í javnstøðumálum, svaraði hann at tað skuldi hon ikki taka
so tungt, tí listin kom at verða broyttur til komandi løgtingsval.
Eingin politiskur flokkur við virðing fyri sínum veljarum hevði
taktiskt funnið  uppá, ei heldur gjørt hetta til veruleika.

Tað er fyri tað fyrsta eitt veldugt sjálvmál, samstundis sum tað er
ein niðurgering og háan av kvinnuni, eins og stóru veljarafjøldini av
kvinnum ið hava valrætt til Fólkatingsvalið um tvær vikur.

Henda avgerð er ein arroganca út um alt mark. Eins og tað vísur ein
formann ið als onga virðing hevur fyri sínum veljarum.Tí at kroysta
tann frægasta politikkaran  út í politiska kuldan, tað er ikki bert
ein háan í móti hesum kvinnuliga løgtingsumboði fólkaflokksins. Tað er
samstundis niðurgerðing av nærum helvtini av veljarafjøldini ið eru
kvinnur.

Var tað ikki Paulus sum fyri túsundar av árum síðan segði, at
kvinnunar skulu tiga? Vónandi fáa tær føroysku kvinnunar tann sóma og
rætt tær hava uppiborið til komandi løgtingsval.

Frank Davidsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder