Mentan

Minningarorð um Jóhan Larsen av Eiði

Beiggi okkara, Jóhan Larsen er farin foldum frá, 72 ára gamal..

2026-10-14 16:12 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vit vóru fimm systkin, fýra gentur og ein drongur. 

Beiggi var frá smádrongi av altíð klárur at hjálpa bæði inni og úti. Pápi, Andreas Larsen arbeiddi fleiri ár í Føroyingahavnini, tá var mamma, Anna Elisabeth Larsen eftir heima við 5 børnum. Tíðliga í lívinum føldi beiggi ábyrgd fyri systrunum, hóast hann var miðlingur. 

Abbi, Jóhan í Djónastovu, hevði altíð nógv at gera, hevði kúgv, seyð og torv. Beiggi var dagliga við honum og hjálpti ommu og abba við tí ymiska, ið tey ikki orkaðu sjálvi. 

Beiggi giftist við Lis Andreasen, og fingu tey fýra børn; Henny, Pól Andrias, Onnu Mariu og Tummas. Fyrst fødda, Henny doyði longu sum 6 ára gomul av ringari sjúku. Hetta var ein dyggur smeitur fyri beiggja, Lis og fyri alla familjuna. 

Nú hann í fleiri ár hevur stríðst við sjúku, sum so við og við tók hansara førleikar, bleiv lívið tungt hjá honum og ikki minst hjá Lis.
Hann vildi so fegin sloppið at liva longur og sæð abbabørnini vaksa upp, men sum hann plagdi at siga, at um Guds ætlan er, at hesi vórðu árini, so takkaði hann fyri tey.

Beiggi hevur frá ungum árum átt Gudstrúnna og hevur lagt alt í Harrans hendur heilt til seinasta andadrátt. 

Tað var ein stórur skari, ið fylgdi honum til hansara seinasta hvíldarstað her á fold. Stóra tøkk til tykkum øll.

Friður verið við minninum um beiggja okkara Jóhan Larsen.

Systrarnar Tóra, Kristianna, Oddvør og Esta
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder