Vinna

Minningarorð um Jónley á Løgmansbø

..

2026-08-24 14:13 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 


9. feb. 1976 – 7. aug. 2026

Tá hetta skúlaárið á Giljanesi byrjaði, var einki, sum tað hevur verið, og tað fer tað heldur ongantíð at verða aftur, tí okkara góða Jónley manglar.

Her á staðnum hevur Jónley slitið sínar barnaskógvar, og higar kom hon aftur, tá hon – “fødd av nýggjum” – hevði fingið nýggj lungu, var blivin mamma og útbúgvin lærari. Og her eigur hon at vera! Men í ár mugu vit brynja okkum til eina nýggja tilveru, tí hon - alt ov tíðliga – er farin, og tí syrgja vit so sáran.

Í skúlanum var hon lærari við lív og sál, og mong góð minni liggja eftir hana. Sum skemtari var hon framúr, og mong okkara hava ligið fløt í látri av framúr skemtiligu «figurunum», sum hon skapti, og mangan hava vit undrast, hvaðani yvirskotið til undirhaldið kom frá, tí tað var í heimsklassa! Ómetaliga stuttligt at eiga hesi góðu minnini. Eisini dugdi hon so sera væl at yrkja, og í yrkingum hennara síggja vit, hvussu trygg hon var í lagnuni, henni varð tillutað.

Jónley var eitt so vælsignað gott og stórt menniskja, hóast hon ikki var stór í vavi. Har Jónley kom, fyltist rúmið við umhugsni og vísdómi. Vit máttu øll steðga á, tá hon var her, tí hon fekk okkum at hugsa um og helst eisini vera takksom fyri, hvussu dýrabart lívið í veruleikanum er. Altíð við tolni og góðsliga lyndi sínum fekk hon okkum at síggja aðrar dýpdir í tilveruni, og ta dygdina skulu vit royna at bera við okkum.

Vit eru mong, sum hava notið gott av ráðgeving og hjálpsemi frá Jónley. Tí hon gjørdi altíð sítt ítasta, at øll fingu møguleika at vísa sítt sanna virði.

Hjá Jónley var takksemi fyri familjuna fremst í lívinum, og tað smæddist hon ongantíð at siga. Men takksemi hennara rakk eisini út til øll onnur.

Góðu Robert, Róðin, foreldur, systkin og øll hjá tykkum!
Vit syrgja við og takka av hjarta fyri, at vit sluppu at vera ein partur í hennara lívi, og her í skúlanum fer minnið um Jónley at liva leingi, tí hon lærdi okkum eina rúgvu um lívið, sum ikki altíð kemur líka til okkum øll. Og soleiðis sum Jónley var, fara vit at minnast hana við takksemi og virðing.

Starvsfelagarnir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder