2026-09-03 07:45
Tað hevur stóran týdning fyri ferðslutrygdina í kommununi, at gróður verður hildin innan mark og ikki veksur út á gongubreytir.
Kommunan fær javnan áheitanir frá borgarum um trø og runnar, sum eru til ampa ella kunnu skapa vandamiklar støður. Vit heita tí á øll um at klippa trø og runnar og halda gróðurin í hóskandi standi. Hetta er serliga umráðandi við vegamót, innkoyringar og ferðsluskelti, so øll ferðandi hava gott sýni.
Vága kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald