Politikkur

Mugu ikki missa tað, vit hava bygt upp

 Vit mugu tryggja, at heilsugransking heldur fram, hóast fæið í Sjúkrakassagrunninum er uppi.

2022-03-10 21:12 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tí hevur Eyðgunn Samuelsen sett landsstýrismanninum fyrispurning um ætlanin er at tryggja, at arbeiðið við heilsugransking ikki dettur niðurfyri.

- Tað er breið semja um, at tað hevur eydnast at menna heilsuøkið munandi hesi árini við peninginum frá sjúkrakassunum í Føroyum. Verkætlanirnar hava givið nýggja vitan, betri heilsutilboð, styrkt fakligar førleikar og samstarv um gransking á heilsuøkinum, skrivar Eyðgunn Samuelsen.

Hon vísir á, at stuðul til gransking er ein íløga, sum í nógvum førum loysir seg fíggjarliga og menniskjaliga.

- Niðurstøðan má vera, at tað er neyðugt, at tað almenna raðfestir gransking væl hægri, soleiðis at góða gongdin kann halda fram. Annars kann vandi vera fyri, at vit missa fólk aftur av landinum og tað, sum er bygt upp, við fænum úr Sjúkrakassagrunninum, verður mist, sigur Eyðgunn Samuelsen.

Les allan fyrispurningin her: https://www.logting.fo/mal/mal/?id=10025 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder