Ítróttur

Myndir: 07 Vestur 1-2 EBS/Skála

07 Vestur tók í kvøld ímóti felagsliðnum EB/Streymur/Skála.

2022-03-22 21:52 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Lea Lisberg legði EBS/Skála á odda 0-1 eftir bert 4. minuttir. Sólja Ernstsdóttir økti um leiðsluna til 0-2 eftir 22. min., sum eisini var hálvleiksstøðan.

Lisa Haraldsen minkaði um munin eftir 50. min, men fleiri mál komu ikki, og vann EBS/Skála dystin 2-1.

Bæði liðini spældu í 07 Vestur klæðum.

Kvinnurnar hjá 07 Vestur vóru í hvítum búna, og gestirnir í teimum svørtu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder