Vinna

Myndir: Gongd komi á byggingina hjá Bústøðum í Sandavági

Bústaðir gjørdi í mars mánaða arbeiðstakarasáttmála við Seve og Norðhús um at byggja fimm íbúðir í Sandavági. Talan er um bygging í einari hædd á einum grundøki á umleið 2000 fermetrar á Steigabrekku 24. Jákup á Stongum, arkitektur, hevur gjørt upprunaligu tekningarnar fyri byggingina.

2022-06-26 22:29 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Íbúðirnar verða bygdar í einari lon. Tær verða umleið 80 fermetrar til støddar hvør og hava køk/stovu í einum, tvey sovikømur og baðirúm. Til hvørja íbúð hoyrir úthús og terassa. Íbúðirnar fara at verða hitaðar við jarðhita. Góð parkeringsviðurskifti eru á økinum.

Mett verður, at liðugt er at byggja seint í heyst. Tá íbúðirnar eru lidnar, verða tær bodnar til leigu til tey, sum eru á bíðilista hjá Bústøðum. Vit spurdi okkum fyri hjá Bústøðum í mars hvussu nógv fólk standa á listanum hjá teimum í Vágum. Tá var sagt, at 275 av teirra limum høvdu áhugað í íbúðum í Vágum.

Hetta er triðja byggingin hjá Bústøðum í Vágunum. Frammanundan hava Bústaðir 10 íbúðir í Sørvági - fimm íbúðir á Garðsvegi, sum vórðu bygdar í 2015, og fimm íbúðir Undir Bólheyggi, sum vórðu lidnar í fjør.

Í løtuni verður arbeitt við at seta elementini upp.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder