Vinna

Myndir: Met sett fyri landing í Miðvági

Í gjár landaðu Borgarin og Norðingur í Miðvági. Talan er helst um størstu nøgd av fiski, sum er landað ein dag í Miðvági.

2026-06-27 11:14 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í gjár var ein heldur óvanlig sjón á Miðvági, tá ið tvey uppsjógvarskip landaðu gulllaks.

Borgarin kom fyrst inn við 300 tonsum, og kom Norðingur síðani inn við útvið 200 tonsum av gulllaksi. Skipini landaðu tí útvið 500 tons av gulllaksi.

Tað er Snarfrost í Miðvági sum landar skipini, og verður gulllaksurin síðani koyrdur til Tavuna í Leirvík.

Hetta er helst størsta nøgd av fiski, sum er landað í Miðvági uppá ein dag.

Møguliga Giljanes hevur landað størstu lastina, tá svartkjaftavirkið var í gongd í 80'inum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder