Annað

Myndir: Neinbjørn gevst nú í sjúkraflutningstænastuni

Í kvøld var móttøka fyri Neinbjørn Nattestad, sum hevur havt sína seinastu vakt hjá sjúkraflutningstænastuni.

2023-09-05 21:12 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Neinbjørn Nattestad, sum verður 70 ár seinni í ár, gevst nú at koyra sjúkrabil.

Neinbjørn byrjaði í starvinum í 1990, men tók eisini nakrar túrar áðrenn tað.

Í kvøld var móttøka fyri Neinbjørni.

Sigast má at Neinbjørn hevur verið drúgvur í sjúkraflutningstænastuni, og hevur á ein ella annan hátt verið ímyndin av sjúkrabilinum, saman við øllum hinum, sum eisini hava verið eins trúføst - ein tænasta sum vit vágafóllk ikki kundu verið fyriuttan.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder