2026-06-25 13:10
NG Endurance var tikin í sigling í 2020, og er skipið heimahoyrandi á Bahamas.
NG Endurance er 125 metrar og 22 metrar breitt. Við skipinum eru umleið 150 ferðafólk.
Skipið kom úr Hetlandi nú tað kom á Miðvág, og fer víðari til Havnar tá ið tað loysir aftur í kvøld.
National Geographic Endurance er størsta skip vit vita um, sum hevur verið á Miðvági. Tað sum var størst áðrenn var National Geographic Explorer, sum hevur vitjað á Miðvági fleiri ferðir hesi seinastu árini.
National Geographic Endurance kemur aftur á Miðvág í heyst.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald