Vinna

Myndir: Russisk innrás í Runavík

Tíðliga í morgun kom russiski trolarin “Kapitan Femidenko” á Runavík, og seinnapartin vóru tveir aðrir russiskir trolarar at síggja á Skálafjørðinum, talan var um “Baltiyskaya Kosa”, sum er blivin sleipaður til lands vegna maskinbrek, tað var “Ester” ið eisini er russiskur trolari, sum sleipaði Baltiyskaya Kosa til lands. Ester er farin av Skálafjørðinum aftur.

2022-03-12 18:12 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

“Mekhanik Sergey Agapov” er eisini væntandi á Runavík ein av fyrstu døgunum.

Russisku trolarnir skulu umskipa veiðsuna umborð á farmaskipið “Silver Storm”.

Tað fór nokk ikki, at verða vældámt millum nógvar føroyingar, at russisk skip í dag komu á Runavík, og tað hevur nokk verið við til, at Runavíkar kommuna legði henda tekstin út á heimasíðuna runavik.fo í gjár.

“Lítil ivi man vera um hvørja støðu flestu føroyingar hava til russisku innrásina í Ukraina, sum er brot á fólkarættin, samtykt mannarættindi og helst krígsbrotsverk, tá ið tað einaferð verður tikið saman um - eftir at ringastu ræðuleikarnar hava lagt seg. Fyri smáum tveimum vikum síðan tók orðaskifti seg upp í almenna rúminum, um hvørja støðu Føroyar skuldu hava, og hvussu vit skuldu fyrihalda okkum til nýákomnu støðuna í Europu, og ongin ivi var um, at skulu revsiatgerðir setast í verk, t.d. havnastongsil ímóti russiskum skipum, so er tað eitt landspolitiskt mál. Kommunur og havnaskrivstovur reka ikki uttanríkis- og handilspolitikk. Í sjónvarpinum hin 1. mars í ár greiddi borgarstjórin í Runavíkar kommunu frá, at kommunan til eina og hvørja tíð fór at fylgja ásetingunum, sum landsins leiðsla fór at legga á, t.d. at steingja havnirnar fyri ávísum skipum, um tað var ein ætlan hjá landsmyndugleikanum. Somu ætlanir hava verið í Europa-samveldinum, men enn eru tiltøkini heldur ikki sett í verk inni á meginlandinum.

Yvirhøvur hevur verið tøgn um málið síðan. Ikki eitt orð úr samgongu tíansheldur úr andstøðu og ikki eitt kis úr uttanríkisráðnum tíansheldur frá løgmansskrivstovuni. Harvið kann staðfestast, at Føroyar í løtuni ongan politikk hava hesum máli viðvíkjandi, og at støðan, sum er galdandi russiskum skipum viðvíkjandi, er hin sama í Føroyum í dag sum hon var fyri russisku innrásina í Ukraina.”

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder