Mentan

Myndir: Vóru í Vestaruskor týsdagin

Vóru vælmannaðir í Vestaruskor.

2025-09-25 09:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Týsdagin vóru sandavágsmenn í Vestaruskor, sum er norðantil í Vágum, eftir hornaseyði - møtt varð í Klovanum norðanfyri Vatnsoyrar og so til gongu, gongdin norður til skorarnar tók tveir tímar.

Í vár vóru 18 hornaseyðir sleptir í Vestaruskor, veðrið hevur roynst væl í summar, so spennandi var at fara at taka seyðirnar nú í heyst - tað gekk væl týsdagin at fáa seyðirnar aftur, væl gekk at reka teir út  og menn vóru samdir um, at seyðirnir sóu væl út og fóru helst at roynast.

Tá ið skoramennirnir høvdu rindað møðina Við Steinin, sum er beint uttanfyri skorarnar - Vestaruskor og Eystaruskor - og høvdu fingið sær ein góðan bita, so var farið at reka heim, rikið varð um Skoradalsháls, oman til Fjallavatn heim við vatninum og heim til vegin í Klovanum.

Alt gekk væl, 17 seyðir komu úr skorini so ein var burtur.

Onkur fletti beinanvegin, vektin royndist 71 og 75 pund, hinir verða helst flettir komaandi vikuskiftið - so menn ganga spentir til tá.

Teir viga: 71, 75, 78, 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder