Lýsing

Námsfrøðingar til Alvalon

Alvalon søkir námsfrøðingar at byrja 7. aug. 2023 ella eftir nærri avtalu. Talan er um størv á 30-40 tímar í vøggustovu og barnagarðsstovu. Námsfrøðingar, ið fáa prógv í summar, eru eisini vælkomnir at søkja.

2023-05-12 19:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Um stovnin

Alvalon liggur í einum barna- og náttúruvinarligum umhvørvi í Sørvági. Vit brúka náttúruna nógv og eru ofta túrar bæði í haganum, á sandinum, á fótbóltsvøllum, á Stakka og aðrastaðni í nærumhvørvinum.  Á stovninum ganga í løtuni 102 børn í aldrinum 0-7 ár. Vit eru eitt starvsfólkatoymi við 11 námsfrøðingum og 20 hjálparfólkum.

Í Alvalon ynskja vit, at øll børn kenna seg trygg, tí tryggleikin er ein treyt fyri menning. Tí leggja vit stóran dent á relatiónsarbeiðið og arbeiða tilvitað við tilknýtisástøðini. Eisini raðfesta vit foreldrasamstarvið, rørsluliga- og málsliga menning, felagsskapin, spælið og útilív. Vit eru upptikin av, at børnini hava eina rødd, og at tey í stóran mun sjálvi sleppa at mynda dagin.

Tú kanst lesa meira um okkara virksemi á heimasíðu okkara: www.alvalon.fo


Vit kunnu bjóða tær:

  • Eitt spennandi arbeiðspláss, har tú verður partur av einum dugnaligum starvsfólkahópi.
  • Eitt umhvørvi har trivnaður, fakligheit og menning eru í hásæti.
  • At tú verður luttakandi í einum stovni í menning, har pláss er til nýhugsan.
  • At verða partur av einari 3 ára verkætlan, sum verður kallað “Saman um barnið – Vitan í verki”, saman við øllum hinum, sum arbeiða innan barna- og ungdómsøkið í Vágum.
  • Eitt stað har pedagogfundir verða raðfestir
  • Tíð at fyrireika og eftirmeta títt arbeiði – 10% av tínum starvsbrøki.


Væntanir

Væntað verður, at tú hevur góð samstarvsevni, er nærverandi og dugir at skapa góðar og mennandi relatiónir. At tú,  saman við hinum starvsfólkunum, skipar ein mennandi og góðan dag fyri børnini. Somuleiðis, at tú ert virkisfús/-ur, tolin, og dugir at síggja menningarmøguleikar.

 

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.

 

Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, c.v., viðmælum v.m. skal sendast til [email protected] í seinasta lagi týsdagin 30. mai 2023

Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Tórdis Dam Johannesen, leiðara, tlf 233240.

Um so er at námsfrøðingar ikki søkja, verða hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv. Starvssetanin er treytað av at barnaváttan fæst.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder