Lýsing

Námsfrøðingur til Alvalon

Alvalon søkir eftir einum námsfrøðingi at byrja 1. sep. 2023 ella eftir nærri avtalu. Talan er um eitt starv á 30-40 tímar í barnagarðsstovu við 3-4 ára gomlum børnum.

2023-08-11 23:23 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Um stovnin

Alvalon liggur í einum barna- og náttúruvinarligum umhvørvi í Sørvági. Vit brúka náttúruna nógv og eru ofta túrar bæði í haganum, á sandinum, á fótbóltsvøllum, á Stakka og aðrastaðni í nærumhvørvinum. Á stovninum ganga í løtuni 90 børn í aldrinum 0-7 ár. Vit eru eitt starvsfólkatoymi við 14 námsfrøðingum og 17 hjálparfólkum.

Í Alvalon ynskja vit, at øll børn kenna seg trygg, tí tryggleikin er ein treyt fyri menning. Tí leggja vit stóran dent á relatiónsarbeiðið og arbeiða tilvitað við tilknýtisástøðini. Eisini raðfesta vit foreldrasamstarvið, rørsluliga- og málsliga menning, felagsskapin, spælið og útilív. Vit eru upptikin av, at børnini hava eina rødd, og at tey í stóran mun sjálvi sleppa at mynda dagin.
Tú kanst lesa meira um okkara virksemi á heimasíðu okkara: alvalon.fo


Vit kunnu bjóða tær

  • eitt spennandi arbeiðspláss, har tú verður partur av einum dugnaligum starvsfólkahópi
  • eitt umhvørvi har trivnaður, fakligheit og menning eru í hásæti
  • at tú verður luttakandi í einum stovni í menning, har pláss er fyri nýhugsan
  • at verða partur av einari 3 ára verkætlan, sum verður kallað “Saman um barnið – Vitan í verki”, saman við øllum hinum, sum arbeiða innan barna- og ungdómsøkið í Vágum
  • eitt stað har pedagogfundir verða raðfestir
  • tíð at fyrireika og eftirmeta títt arbeiði – 10% av tínum starvsbrøki


Væntanir

Væntað verður, at tú hevur góð samstarvsevni, er nærverandi og dugir at skapa góðar og mennandi relatiónir. At tú, saman við hinum starvsfólkunum, skipar ein mennandi og góðan dag fyri børnini. Somuleiðis, at tú ert virkisfús/-ur, tolin, og dugir at síggja menningarmøguleikar.


Setanar- og lønarviðurskifti

Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.


Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, c.v., viðmælum v.m. skal sendast til [email protected] í seinasta lagi sunnudagin 27. aug. 2023.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Tórdis Dam Johannesen, leiðara, tlf 233240.
Um so er, at námsfrøðingur ikki søkir, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv. Starvssetanin er treytað av, at barnaváttan fæst.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder