
Vit hava tøva á:
- Einum námsfrøðingi at starvast í vøggustovu 25-30 tímar um vikuna.
Starvið verður sett frá 1. nov. 2025 ella eftir nærri avtalu.
Um stovnin
Alvalon liggur í einum barna- og náttúruvinarligum umhvørvi í Sørvági. Vit brúka náttúruna nógv og eru ofta túrar bæði í haganum, á sandinum, á fótbóltsvøllum, á Stakka og aðrastaðni í nærumhvørvinum. Í Alvalon eru tríggjar vøggustovur, tríggjar barnagarðsstovur og ein elstibólkur. Á stovninum ganga í løtuni 89 børn í aldrinum 0-7 ár. Vit eru eitt starvsfólkatoymi við 12 námsfrøðingum og 21 hjálparfólkum.
Námsfrøðiliga arbeiðið
Í Alvalon ynskja vit, at øll børn kenna seg trygg og sum ein partur av felagsskapinum. Tryggleikin er ein fortreyt fyri, at barnið trívist og mennist, tí leggja vit stóran dent á relatións- og umsorganararbeiðið og arbeiða tilvitað við tilknýtisástøðini. Eisini raðfesta vit foreldrasamstarvið, rørsluliga- og málsliga menning, felagsskapin, spælið og útilív. Vit eru upptikin av, at børnini hava eina rødd, og at tey í stóran mun sjálvi sleppa at mynda dagin.
Tú kanst lesa meira á heimasíðu okkara: www.alvalon.fo
Vit kunnu bjóða tær
• Eitt spennandi arbeiðspláss, har tú verður partur av einum dugnaligum, vinarligum og hjálpsomum starvsfólkahópi.
• Eitt umhvørvið har trivnaður, fakligheit og menning eru í hásæti.
• At tú verður luttakandi í einum stovni í menning, har pláss er fyri nýhugsan.
• At verða partur av verkætlanini “Saman um barnið – Vitan í verki”. Verkætlanin fevnir um øll, sum arbeiða innan barna- og ungdómsøkið í Vágum.
• Eitt stað har námsfrøðiligir fundir verða raðfestir
• At tú sum námsfrøðingur fært tíð at fyrireika og eftirmeta títt arbeiði – 10% av tínum starvsbrøki.
Vit vænta m.a. av tær
• At títt arbeiði er fakliga grundað og at tú hevur góð samstarvsevnir.
• At tú tekur ábyrgd og arbeiðir eftir okkara virðum og okkara barnaáskoðan.
• At tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi.
• At tú ert nærverandi, vinarlig/-ur, hjálpsom/-ur og dugir at skapa góðar og mennandi relatiónir við børn, foreldur og starvsfelagar.
• At tú, saman við hinum starvsfólkunum, skipar ein mennandi og góðan dag fyri børnini.
• At tú ert virkisfús/-ur, tolin, og dugir at síggja møguleikar í øllum børnum.
Setanar- og lønarviðurskifti
Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag. Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Sørvágs kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Tórdis Dam Johannesen, leiðara, tlf 233240.
Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, c.v., viðmælum v.m. skal sendast til [email protected] í seinasta lagi fríggjadagin 17. oktober 2025.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald