Ítróttur

Niklas vann á Sandi

Fríggjakvøldið bleiv triði av fimm teinum í Leif Mohr Kring Føroyar súkklaður.

Mynd: Rósa Tovudóttir

Mynd: Rósa Tovudóttir

2025-05-31 07:31 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 

Eftir annan tein á Borðoynni og Viðoynni, skuldu súkklarar í gjárkvøldið koyra runt á Sandoynni.

Startur og mál var í Húsavík.

Veðrið var av tí allarfagrasta, tá leiðin fyrst gekk runt Sandsvatn, til Skálavíkar, aftur runt Sandsvatn, til Húsavíkar, víðari til Dals, áðrenn leiðin gekk aftur til Húsavíkar, har málið var.

Í dag var tað ein sera vælkoyrandi Niklas Halgren Niclasen, ið vann kappingina. Hann vann gull, og vann samstundis á lærumeistarinum, Helga W. Olsen, sum eftir tveir sigrar, í dag mátti taka til takkar við einum 2. plássi.

Vit hava áður skrivað hvussu spennandi Sandoyggin er sum súkkluoyggj, men hon er eisini bæði hørð og avbjóðandi.

At koyra runt Sandsvatn er, hóast slætt, sera hart. Súkklarin má hava tunguna mitt í munninum, um hann ikki skal missa súkklararnar frammanfyri, og eisini um hann, ella hon, ynskir at luft er í báðum dekkunum, tá koyrt verður út á landsvegin við Meginskúlan. Tí hetta strekkið hevur groft asfalt, og holur her og har.

Stóra feltið syndraðist

Tað var Helgi sum svingaði taktstokkin. Longu fyrstu ferð leiðin gekk niðan Brekkuna Stóru, trýsti Helgi á ”speedarin, og so misti ein súkklari fyri, og annar eftir feltið. Tað tyntist í toppinum, men enn vóru tað nøkur, ið megnaðu at fylgja Helga. Millum aðrar Niklas Halgren Niclasen og Pauli Poulsen. Eisini Hilmar Hansen, Regin Thomsen, Konstantinos Garoflos og Jákup Petur Eliassen megnaðu at fylgja trupp.  

Tá feltið hevði fingið Helga aftur, leyp Niklas á. Hann sleit seg frá feltinum. Meðan Niklas stríddist, kom taktikkur í fylgjararnar. Allir vónaðu kanska at hinir í feltinum tóku initiativið. Tað resulteraði í at Niklas økti og økti.

Løtu seinni setti Helgi aftur fótin á speedarin, og fekk hann tá aftur hol aftur til Regin, Konstantinos og Jákup Petur. Sekundir seinni sat Helgi saman við Niklas frammi í oddinum. Saman. Og næstan samstundis fóru teir løtu seinni um málstrikuna.

Minni enn eitt sekund var millum næmingin og læraran. Meðan Niklas brúkti 1 tíma 37 minuttir 15,2 sekund um teir 54 kilometrarnar, so brúkti Helgi 1 tíma 37 og 15,9 sekund um teinin.

Regin Thomsen vann bronsu

Nógvar broytingar vóru á sigurspallinum í gjárkvøldið. Og nógvar punkteringar. Onkur reisti spurningin eftir kappingina, um tað ikki skyldaðist avbjóðandi teinin runt Sandsvatn. Onkur punkteraði har, men ikki allir. Hilmar Hansen punkteraði ávegis til Dals, bert 6 kilometrar frá málinum. Tað gjørdi Andrass Joensen eisini.

Men ikki Regin, sum hevur ment seg nógv seinasta árið. At súkkla er at liva, segði onkur súkklari skemtandi. At súkkla er ikki bara at traðka. Og ein skal vita nær tað loysur seg at traðka, og ikki. Regin hevði lisið lektiuna, og við góðum fysikki og snildi megnaði hann at vinna sær pláss á sigurspallinum í gjárkvøldið.

Aftur í ár hevði Pauli avbjóðingar á Sandoynni. Í fjør punkteraði hann, men í ár fekk hann tekniskt brek á veg oman til Skálavík. Hann misti tí høvuðsfeltið. Ergriligt fyri kappingina. Viljan hevur hann. Fysikkin eisini. Hann stríddi seg framm aftur, og legði soleiðis ein og ein súkklara afturum seg.

Jákup Petur Eliassen stríddist fyrr í kappingini fyri at koyra Niklas inn aftur. Nógvar kreftir brúkti hann, og tað kostaði. So nógv, at tað var tætt við at hann misti plaseringina til Paula, sum nærkaðist alsamt. Jákup Petur helt tørn, og kom á mál bert 17 sekund frammanfyri Paula, sum nú fylgdist við Súsonnu Skylv um málstrikuna.

Enn ein sigur til Súsonnu, og aftur eitt sera gott úrslit, sum gevur vón um góð úrslit, tá hon seinni í summar skal umboða Føroyar á Oyggjaleikunum, í Landavegsúkkling á Orkney.

Steintóra Erhardsdóttir gjørdist nummar tvey og Mai-Britt Svalbard nummar trý.

Einkultstartur úr Havn niðan á Sornfelli

Í dag, leygardagin, verður súkklað á Streymoynni. Byrjað verður í Havn kl. 14. Tá fara ein og ein súkklari avstað, og so gongur leiðin annars frá Leif Mohr á Hoyvíksveginum, eftir Ringvegnum, eftir Hvítanesvegnum, og síðan gjøgnum Kaldbakstunnilin til Kollafjarðar. Til Kollfjarðadal og so verður kósin sett móti Sornfelli.

Súkklararnir skulu súkkla ein 30 kilometur langan Einkultstart. Mett verður at skjótastu súkklararnir brúka ein lítlan tíma, og hini millum ein og hálvanannan tíma um teinin.

Hava fólk hug at síggja hvør verður fyrstur niðan á Sornfelli, so er skilagott at leggja leiðina niðan á Sornfelli um 15 tíðina.


Úrslit frá 3. teini av Leif Mohr Kring Føroyar 2025 kunnu síggjast her:

https://www.webscorer.com/racedetails?raceid=392198&did=520915

Myndir og animeringar av teinunum kunnu síggjast her:

https://www.facebook.com/lmkringforoyar/photos

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder