Vinna

Nívir teg skuldin

Ein miðil varpar í dag uppá skíggjan, at Runavíkar kommuna við árslok 2025 hevði eina nettoskuld á 278,8 milliónir krónur, og at hon – skuldin – svarar til 93% av ásetta skuldarloftinum. Harafturat verður við orðunum ”Runavík er sostatt bert sjey prosentstig frá hesum markinum” líkasum róð framundir, at kommunan bert situr máttleys og bíðar eftir at skallin skal bresta upp undir skuldarbjálkan..

2026-09-01 13:47 Author image
tórbjørn jacobsen
placeholder

Ein miðil varpar í dag uppá skíggjan, at Runavíkar kommuna við árslok 2025 hevði eina nettoskuld á 278,8 milliónir krónur, og at hon – skuldin – svarar til 93% av ásetta skuldarloftinum. Harafturat verður við orðunum ”Runavík er sostatt bert sjey prosentstig frá hesum markinum” líkasum róð framundir, at kommunan bert situr máttleys og bíðar eftir at skallin skal bresta upp undir skuldarbjálkan.

Nógv orð eru skift um fíggjarligt regluverk hesi seinastu árini, og higartil er tað einasta av hesum slagnum regluverkið, sum ásetir hvussu nógva skuld ið ein kommuna kann seta seg í. Higartil hevur tað riggað serstakliga væl. Nærkast tú bjálkanum, ja, so repar tú seglini, og gerst teg kláran til næstu neyðugu íløgurnar.

Raksturin heldur stásinum við líka – heldur kjarnutænastunum í hóskiligum standi – meðan íløgurnar fremja ta veruligu menningina, tí ræður um at halda aftur við rakstrinum, fyri at fáa sum mest av íløgufæi burtur úr eginfíggingini, og eru ambitiónirnar á menningarøkinum størri enn hetta, kann tíðarmáld hjálp fáast frá fíggjarstovnum, sum eru settir í verðina til tað sama.

Ein røð av kostnaðarmiklum íløgum eru gjørdar í Runavíkar kommunu hesi seinastu árini. Útstykkingar, Fjøruvegur, keyp av gróti úr Sandoyartunlinum, havnarlag í Søldarfirði, stórar íløgur á ítróttarøkinum og smærri íløgur í bygdunum og tey flestu hava ivaleyst hoyrt um nýggju svimjihøllina, sum er ein partur av Bylgjuni. Hon er goldin, og hevur verið í nýtslu í meiri enn eitt hálvt ár.

Sjáldan hevur tað verið meiri roknað innanveggja hjá Runavíkar kommunu, enn framundir avgerðina um at realisera meiri enn 60 ára gamla dreymin um at fáa økinum eina svimjihøll. Tey, sum atkvøddu fyri hesi verkætlan, vistu neyvt, hvussu hetta kom at tyngja um skuldina hjá kommununi, eisini táið verkætlanin rakti fíggarstøðuna harðast, tí var hetta ein tilætlaður vøkstur í skuldini – avgerðin var tikin við opnum eygum – og enn havi eg ikki hoyrt um nakra ónøgd, nú tað á fyrsta sinni hevur borið til at svimja innandura í Runavíkar kommunu yvirhøvur.

Táið vit løgdu fíggjarætlanina fyri 2026, var málið sjálvandi at leggja meiri sjógv ímillum skuldarloftið og skuldina. So var gjørt, og tí eru tølini hjá in.fo og Eiriki Lindenskov ikki serliga tíðarbær.

Í einari kommunu, har ið stórur vøkstur er í øllum segmentum, er støðugt trýst á at gera neyðugar íløgur. Serliga í undirstøðuni, har sum allir borgarar einaferð møtast. Skúlin er kanska týdningarmesti parturin av hesum, og í løtuni fyrireikar Runavíkar kommuna eina skúlabygging á Glyvrum, sum eisini fer at krevja meiri fæ enn tað, sum fæst úr eginfíggingini frá ári til ár. 

Í mun til gomlu tølini hjá Mr. Lindenskov var støðan pr. 31. juli í ár hon, at nettoskuldin var komin niður á 271 mió. kr., og harvið lá kommunan 42 milliónir undir ásetta skuldarloftinum, og støðan er bara batnað síðan, og táið felagsskatturin verður krøktur uppí høpið um ein mánað er aftur ein nýggj og betri støða (ta upphæddina kenna vit ikki enn.)

Nívir teg skuldin?

Svarið er nei. Tey, sum hesi árini hava atkvøtt fyri gjørdum verkætlanum, kunnu við opnari pannu standa inni fyri øllum, sum framt er. Tað lættasta er at standa á einum trappusteini, við ongari ábyrgd, og rópa út í oyðimørkina um ov stóra skuld. Áhugaverdari er at vita, hvat ið fekst burturúr skuldini og íløgupuljuni í árliga afturvendandi eginfíggingini. Sambært fíggjarleiðaranum hava vit seinastu 5 árini gjørt íløgur fyri:

2021   68,4 mió. kr.

2022   86,6 mio. kr.

2023 125,3 mió. kr.

2024 145,4 mió. kr.

2025 108,3 mió. kr.

Væl omanfyri eina hálva milliard krónur. Og í løtuni er skuldin 86,6% av loyvdari skuld í mun til tað av hinum almenna ásetta skuldarlofti, - og rákið liggur burtur frá loftinum heldur enn hinvegin í løtuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder