Vinna

Norðhavssildin stendur norðari

Týsdagin kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Nakað minni var skrásett av sild og nakað meiri av svartkjafti í føroyska kanningarøkinum enn í fjør.

2022-05-16 15:17 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Havstovan skrivar:


Aftur í ár er meira enn onnur hvør norðhavssild í føroyska kanningarøkinum av stóra árganginum frá 2016, og tað vil siga, at hesin árgangurin nú er bulurin í vaksna stovninum.


Mesta sildin stóð norðarlaga í kanningarøkinum, norðari enn undanfarnu árini, meðan lítið og onki var at síggja suður móti føroyska landgrunninum og á Íslandsrygginum.


Svartkjaftur, hinvegin, var fingin upp at føroyska landgrunninum, á og móti Íslandsrygginum og eystast í kanningarøkinum.


Sera nógv av eitt og tvey ára gomlum svartkjafti var at síggja. Greiðar ábendingar eru nú um, at árgangurin frá 2020 er góður og helst er 2021-árgangurin yvir miðal. Sera lítið var av eldri svartkjafti.


Kanningin er skipað sum altjóða felags kanning, har Føroyar luttaka saman við Noregi, Íslandi, ES (Danmark) og Russlandi. Hini skipini eru framvegis í gongd við at kanna havøkini norðan fyri okkum.


Samlaða nøgdin av norðhavssild frá øllum rannsóknarskipunum verður roknað á fundi um hálvan juni.


Øll túrfrágreiðingin kann síggjast her.


Eydna í Homrum ( [email protected])

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder