Vinna

Norðingur kemur á Fuglafjørð í nátt

Nógvur svartkjaftur verður landaður í Fuglafirði, Fagraberg kom í dag við 2.400 tonsum, Katrin Jóhanna og Norðingur koma í nátt og Ango er eisini á veg á Fuglafjørð.

2022-01-17 22:19 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Norðingur kemur á Fuglafjørð í nátt við 1.900 tonsum av svartkjafti, sum teir hava fiskað eystur úr Akrabergi.

Norðingur  sleppur at landa aftaná Katrin Jóhannu, teir meta, at tað verður á middegi mikudagin.

Tað er hampuligt veður á feltinum, har skipini royna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder