Mentan

Nýggj frímerki frá Posta

Við hesum trimum útgávunum fevnir Posta um allan heimin og enntá heilt út í rúmdina. Vit hava enn eitt frímerki nr. 1000 á skránni – tað størsta av sínum slag, eina rúmdarferð og fiskasølu í Vágsbotni.

2023-08-16 11:08 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Tíðindaskriv:


Frímerki nr. 1000 hjá Martin Mörck

Fríggjadagin, 11. august, kundi Martin Mörck, heimsins virknasti núlivandi frímerkjasniðgevi og -gravørur, hátíðarhalda útgávuna av frímerki sínum nr. 1.000.  Posta hevur leingi samstarvað við Martin Mörck og givið út 48 av verkum hansara, harav 40 sum vanlig frímerki og átta sum postgjaldsmerki. Martin Mörck hevur stóran tokka til Føroyar og eru vit á Posta sera fegin um, at hansara frímerki nr. 1000 bleiv ein føroysk útgáva. Umframt at vera frímerki nr. 1000 hjá Martini Mörck, er hetta eisini størsta frímerkið nakrantíð, sum er graverað við hond. Støddin er 62 x 82 mm, meðan tað næststørsta av hesum slag er 55 x 75 mm. Málningin hevur Emil Krause málað í 1933.


Huginn rannsóknarferðin

Í august fer danski astronauturin, Andreas Mogensen á rannsóknarferð til altjóða rúmdarstøðina ISS. Heitið á rannsóknarferðini er ”Huginn”, uppkallað eftir øðrum av Óðins ravnum. Í hesum sambandi geva Posta og Tusass Grønland í samstarvi við ESA - European Space Agency – út eina felags frímerkjaútgávu. Anker Eli Petersen hevur sniðgivið smáarkið.


Fiskasøla í Vágsbotni

Í Havn var frá eldri tíð vanligt at fara oman til bátar, sum høvdu verið á floti, at keypa fisk frá teimum. Hendan siðvenja er varðveitt m.a. í Havn, og hevur fingið góð kor, tí kommunan hevur gjørt eitt sølutorg í Vágsbotni, har tað dagliga ber til at keypa fisk og fiskavørur og stundum eisini grønmeti, kjøt, súltutoy og aðrar heimavirkaðar vørur. Mynd: Tjóðsavnið / Gjertrud M. Gravesen.


Les áhugaverdu greinirnar um frímerkini á www.stamps.fo har eisini ber til at bíleggja frímerki og aðrar vørur, sum er gjørdar í sambandi við útgávurnar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder