Politikkur

Nýggj parkinson “hotline” á Landssjúkrahúsinum

Tíðindaskriv frá Parkinsonfelagnum:

2023-03-08 10:21 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Nýggj parkinson “hotline” á Landssjúkrahúsinum

 

Í samskifti við leiðsluna á Neurologisk-ambulatorium á Landssjúkrahúsinum hevur Parkinsonfelagið víst á, at fólk við Parkinson ynsktu at fáa samband beinleiðis við serlækna í parkinsonsjúku á Landssjúkrahúsinum uttanfyri vanligu viðtalurnar.



Landsjúkrahúsið hevur í eina tíð arbeitt við at finna ein leist sum kann betra um samskifti og broytingin er í tveimum:


1.

Ein neurologur við royndum innan parkinson er settur afturat at taka sær av fólki við parkinson (dr. Hanne Yri).


2.

Hvønn mikudag frá kl. 16 til kl. 18 ber nú til at ringja beinleiðis til “parkinsonlækna” á telefon 304608. Í teimum føri har læknin ikki er tøkur, svara parkinson-sjúkrarøktarfrøðingar ella skrivarin á neurologisk ambulatorium og kunnu avgreiða spurningar ella gera avtalu um nær læknin ringir aftur.



Neurologisk-ambulatorium á Landsjúkrahúsinum

hevur annars hesar telefontíðir:

 

Gerandisdagar:
Læknaskrivari telefontíð kl. 10.30 - 12.30
 tlf. 304500 lokal nr. 6272 
Sjúkrarøktarfrøðingar telefontíð kl. 10.30 - 12.30 
tlf. 304500 lokal nr. 6273 og 6274


Samband fæst við Parkinson- sjúkrarøktarfrøðing við at senda teldupost til: [email protected]

 

 

 

Parkinsonfelagið

Nevndin

John William Joensen, formaður.

Anna Katrina Beder, næstforkvinna.

Joy Ann Simonsen, kassameistari.

Elisabeth Magnadóttir Simonsen, skrivari.

Birita Juliansdóttir Hansen, nevndarlimur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder