Mentan

Nýggjur sangur til summarið

Ronnie er aftur klárur við einum nýggjum sangi. Hesa ferð er tað eitt sindur øðrvísi enn vanligt, tí hann eigur hvørki orð ella lag sjálvur, og hann syngur fyri fyrstu ferð á enskum.

2023-06-18 16:59 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Tað er nevniliga Julian Andreasen, sum eigur sangin. Julian er fyrst og fremst kendur sum tónleikaframleiðari, men hann ger eisini sínar egnu sangir.

Sangurin eitur ”Thought I Heard You Say”, og tað er ein lættur og summarsligur poppsangur viđ einum ferli av EDM vibes.

Eivin Dam Simonsen hevur spælt trompet, og Dánial Gomez hevur sungið kór. Allan Korsager Davidsen hevur gjørt eitt tekstasjónband til sangin, sum er at finna á Youtube.


Sangurin er at hoyra á øllum teimum vanligu tónleikapallunum.


https://open.spotify.com/track/2uvPUNpUIAKbawFrL360BC?si=126b91e63a874355

https://www.youtube.com/watch?v=qUVnRwyiPYM


Lag og orð: Julian Andreasen

Framleitt og ljóðblandað: Julian Andreasen

Sangur: Ronnie Korsager Davidsen

Kór: Dánial Gomez og Ronnie Korsager Davidsen

Trompet: Eivin Dam Simonsen

Mastering: Holger Lagerfeldt

Mynd og tekstasjónband: Allan Korsager Davidsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder