Vinna

Óbrúktir fiskidagar úr fiskidagaskipanini

 2021 vóru í minsta lagi ein fjórðingur av fiskidøgunum í heimaflotanum óbrúktir og hjá summum skipabólkum meir enn helmingurin. Búskaparráðið mælir til, at óbrúktir fiskidagar vera tiknir úr fiskidagaskipanini.

2022-03-24 10:40 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

ICES mælir í síni nýggjastu ráðgeving fyri tosk, hýsu og upsa til, at minka veiðina av toski við 65% í 2022 í mun til tilmælið fyri 2021, og at minka veiðina av hýsu við 24%. Tilmælið fyri upsan er ein hækking á 27%.

Fiskiskapur á føroyska landgrunninum eftir toski, hýsu og upsa verður stýrt við fiskidøgum, og sambært umsitingarætlanini kann talið av fiskidøgum bert stillast 5% hvønn vegin. Grundað á tilmælini frá ICES, mælir Havstovan tí til, at fiskidagarnar eftir toski og hýsu í 2022 minka við 5%, meðan teir fyri upsa hækka við 5%.

Í 2021 vóru í minsta lagi ein fjórðingur av fiskidøgunum í heimaflotanum óbrúktir og hjá summum skipabólkum meir enn helmingurin. Av tí at allir hesir óbrúktu fiskidagarnir eru inni í skipanini, er trupult við núverandi umsitingarætlan at regulera fiskiveiðuna í nóg stóran mun, tí tað kann taka fleiri ár, áðrenn fiskidagarnir eru á einum støði, har veiðan reelt verður regulerað.

Eitt so mikið stórt tal av óbrúktum fiskidøgum merkir, at potentiella veiðiorkan ger, at tað ber til brádliga at økja um veiðitrýstið munandi, um fiskiskapurin verður betri, ella um ein góður árgangur kemur inn. Hetta sæst týðiliga henda í toskafiskiskapinum, har støðan hjá stovninum batnaði í eitt nú 2018 og 2019, og veiðitrýstið beinanvegin øktist frá umleið 15% til 45% av stovnunum, sí mynd 1 niðanfyri.

Búskaparráðið mælir tí til, at óbrúktir fiskidagar vera tiknir úr fiskidagaskipanini og at skipanin við døgum verður eftirmett.

Les várfrágreiðingina hjá Búskaparráðnum her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder