Ítróttur

Ola er nýggjur maður í hópinum hjá 07 Vestur

Ola Arntsen er nýggjur í hópinum hjá 07 Vestur. Talan er um 23 ára gamlan norðmann, sum fyri tað mesta hevur spælt á miðjuni, men kann brúkast aðrastaðni eisini.

2026-01-22 20:16 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Ola hevur royndarvant við 07 Vestur og var eisini við í venjingardystinum móti HB síðsta vikuskifti. Har sóu vit, at fótbóltseginleikunum bila einki.
Umframt at hava góðar fótbóltsførleikar er Ola eisini væl fyri kropsliga. Hann hevur fingið gott í beinið í fótbóltsuppvøkstrinum í ungdómsdeildini hjá Rosenborg. Í 2022 fór hann til USA at lesa “Exercise Science’”. Undir lesnaðinum hevur hann spælt við ymiskum universitetsliðum. Ola hevur skrivað undir sáttmála við 07 Vestur fyri 2026.
Vit ynskja Ola hjartaliga vælkomnum til 07 Vestur, tað skrivar 07 Vestur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder